info
Ongi úrslit
Altjóða floghavnin í Riyad, King Khalid, hevur verið stongd í fleiri dagar eftir fleiri loftálop seinastu dagarnar, har fólk eru dripin, og mong eru løstað

Fleiri spreingingar í Riyadh

Í minsta lagi 18 fólk eru dripin, og fleiri hundrað eru særd í álopum á altjóða floghavnina í Saudi Arabia seinastu dagarnar

Vilmund Jacobsen
13. oktober 2026 kl. 00:20

Í dag hava fleiri spreingingar verið at hoyrt í høvuðsstaðnum í Saudi Arabia, Riyadh.

Myndugleikarnir í Saudi Arabia hava sagt, at fleiri rakettir, sum vóru á veg móti býnum, eru beindar av vegnum.

Vitnir, sum Reuters hevur skift orð við, siga, at í minsta lagi tríggjar spreingingar vóru at hoyra, og tíðindafólk hjá AFP siga eisini frá spreingingum.

Sagt verður, at spreingingarnar vóru at hoyra stutt eftir, at myndugleikarnir í Saudi Arabia høvdu boðað frá, at fíggindaligar hóttanir vóru á veg móti Riyad

Uppreistrarbólkurin, houthi'ararnir í Jemen, hava í kvøld boðað frá, at teir stóðu aftanfyri álopini á høvuðsstaðin í Saudi Arabia.

Hetta er tó ikki váttað av almennum keldum.

Altjóða floghavnin í Riyad, King Khalid, hevur verið stongd í fleiri dagar eftir fleiri loftálop seinastu dagarnar.

Sambært NTB-tíðindastovuni eru í minsta lagi 18 fólk dripin, og fleiri hundrað eru særd í álopunum á altjóða floghavnina í Saudi Arabia.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

Í gjár kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

Í gjár kl. 21:48

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

12 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Viðmerking til kjak um ferðslu­lóg í sam­band við el­súkklur

32 minuttir síðan
Tíðindi

Soleiðis er bygdarráðið í Vestmanna skipað

44 minuttir síðan
Tíðindi

Rannsakaðu heimið hjá Trump-kritikara: – Eg vil ikki tiga

2 tímar síðan
Tíðindi

Fyrrverandi borgar­stjóri er nú vara­borgar­stjóri í Vestmanna

3 tímar síðan
Fótbóltur

Høvdu vunnið seks av seks dystum - taptu fyri Andorra á fyrsta sinni

4 tímar síðan
Tíðindi

Eyðdis vil hava aldursmark – Jacob hevur ongar ætlanir

4 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ætlar ikki at strika toll og avgjøld

5 tímar síðan
Tíðindi

Heystfagnaðarskráin 2026 er tøk

5 tímar síðan
Tíðindi

53 milliónir meira til gransking og menning

6 tímar síðan
Tíðindi

Fyrsta føroyska váða­mynd­in verð­ur klár í nov­em­ber ella desem­ber

7 tímar síðan
Fótbóltur

Eitt stig til B68 og sjey stig til Víking

7 tímar síðan
Tíðindi

Almenn byggisamtykt endurskoðað og góðkend

8 tímar síðan