Lív og Bústaðir stovna felag at byggja íbúðir

Saman fáa tey bygt fleiri íbúðir enn tey klára hvør sær

Tryggingarfelagið LÍV og almenna bústaðafelagið Bústaðir hava nú stovnað partafelagið Heimasta Horn II. Tey siga í tíðindaskrivi, at endamálið er at eiga og reka leigubústaðir á Heimasta Horni í Havn.

 

Talan er um verkætlan, sum fevnir um 22 leigubústaðir, ið væntandi verða klárar at flyta inn í seint á sumri í ár.

 

LÍV hevur leingi havt ynski um at vera við á marknaðinum. Fyri leiguíbúðir og nú er samstarvsavtalað so gjørd við Bústaðir, sum eisini hevur til endamáls at byggja íbúðir.

 

Við hesum fara báðir partar at røkka longur, enn um teir vóru hvør sær og hetta fer at slóða fyri at meiri ferð kemur á íbúðarbygging.

 

Tey siga nevniliga, at ætlanin er at fara undir fleiri verkætlanir.