info
Ongi úrslit

Lógin um grindadráp skal verða strangari

Grindamannalfelagið fer nú á fund við landsstýrið um at herða grindalógina - serliga við einum endamáli

Áki Bertholdsen
15. september 2021 kl. 14:53

Fleiri grindir hava verið higartil í ár og tað hevur Sea Sepherd gjørt sær dælt av. Tey hava havt fólk í øllum grindadrápinum, har tey hava gingið ímillum beinini á grindamonnum og hava tikið alt upp á film og myndir. Umboðini fyri Sea Shepherd hava verið so ágangandi, at tað hevur verið provokerandi, og í einstøkum førum hevur tað eisini eydnast at fáa grindamenn at loypa fram av, tó uttan at nakar skaði er hendur - uttan á Hvannasundi, har ein drona varð skotin niður.

Men nú vil Grindamannafelagið hava, at grindalógin verður herd. Tískil bað Grindamannafelagið fyrr í ár um fund við landsstýrið um málið, og eitt endamál við herðingini er at sleppa undan støðum, sum tað hava verið fleiri av í summar, har umboð fyri Sea Shepherd hava gingið runt í grindadrápum og hava rent myndatól upp í eyguni á grindamonnum.

Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum, sigur, at í grindalógini stendur, at sýslumaður KANN lýsa eitt ávíst øki rundan um ein grindarakstur, og eitt grindadráp, sum grindaøki, eisini loftrúmið uppi yvir.

Men Grindamannafelagið vil nú hava, at lógin verður broytt, so at tað fer at standa í henni, at sýslumaðurin SKAL lýsa eitt øki rundan um grindaraksturin og grindadrápið at vera grindaøki.

Grindamannafelagið vil eisini hava, at tað verður sett í lógina, at grindaøkið á landið skal verða avbyrgt, so at bara tey, sum eru í sjálvum drápinum, sum sleppa inn á grindaøkið, men at áskoðarar eru uttan fyri.

Ólavur Sjúrðarberg heldur, at fyri trygdina eigur eitt grindaøki at verða avbyrgt fyri øll, sum ikki eru við í grindini, tí grindamenn hava hvassar og stórar knívar. Sostatt er taðeisini ein trygdarspurningur, at tað verður syrgt fyri, at áskoðarar, sum einki hava við tað at gera, verða hildnir burtur frá. Samstundis hjálpir tað eisini til, at halda víðgongdum umhvørvisfólkum, burtur frá grindaøkinum.

Eitt, sum hevur verið umrøtt í sambandi við grindirnar í summar, er, at løgreglan eigur at vera til staðar, tá ið grindadráp er fyri at tryggja, at lóg og landaskil verður hildið, og at óviðkomandi ikki halda seg burtur, og ikki sleppa at provokera grindamenn.

Ólavur Sjúrðarberg minnir á, at tað stendur í grindalógini, at uppgávan hjá løgregluni er at verja fyri, at forðingar verða lagdar fyri grindadrápi. Men samstundis vísir hann á, at tað uppgávuna kann løgreglan ikki røkja av teirri einføldu orsøk, at hon er ikki til staðar, tá ið grindadráp er.

– Hetta er eisini ein spurningur, vit fara at taka upp á fundinum við landsstýrið, sigur Ólavur Sjúrðarberg.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

8 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

19 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Barnaútvarpið innstillað til altjóða virðisløn

10 minuttir síðan
Tíðindi

Ukraina sigur seg hava rakt seks russisk bumbuflogfør

41 minuttir síðan
Tíðindi

At spæla við eld

1 tími síðan
Tíðindi

Hjólini eru farin út av vegkantinum

2 tímar síðan
Tíðindi

33 skúlanæmingar deyðir í Pakistan

2 tímar síðan
Tíðindi

Fara at savna føroyskar røður

3 tímar síðan
Tíðindi

772 milliónir fleiri útgoldnar í lønum

3 tímar síðan
Tíðindi

Ríkisdagurin vrakaði Magdalenu Andersson

3 tímar síðan
Tíðindi

Politiskt dirvi og strategiskar íløgur bera ávøkst

4 tímar síðan
Tíðindi

Vestmenningar og hvalbingar keypt Biritu

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Tilnevning av Jenis av Rana til Nobelvirðisløn

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Frá einari toppstýring til eina aðra toppstýring?

4 tímar síðan