Barnaútvarpið hjá Kringvarpi Føroya er við í kappingini um heimsins størstu virðisløn av sínum slag innan barna- og ungdómsbókmentir.
Tað sæst á almenna listanum yvir tey innstillaðu til Astrid Lindgren Memorial Award, eisini nevnd ALMA-virðislønin, fyri 2027.
Barnaútvarpið er skrásett undir Føroyum í bólkinum fyri lesifremjandi virksemi. Á listanum verður víst beinleiðis til barnaútvarpssendingarnar á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.
Tilsamans eru 277 kandidatar úr 80 londum og økjum innstillaðir til virðislønina. Teirra millum eru rithøvundar, myndprýðarar, søgufólk og lesifremjarar.
Her sæst, at Barnaútvarpið er tilnevnt sum "Promotor of reading" https://kvf.fo/ljod/vit
Svenska stjórnin setti virðislønina á stovn í 2002 til minnis um Astrid Lindgren. Hon verður á hvørjum ári latin einum persóni ella felagsskapi fyri framúrskarandi íkast til barna- og ungdómsbókmentir.
Við virðislønini fylgja fimm milliónir svenskar krónur.
Vinnarin verður kunngjørdur týsdagin 6. apríl 2027.
Keldur: Listin yvir innstillað til ALMA 2027 og ALMA.