Fylgisveinamyndir, sum eru frá 11. oktober í ár, vísa flogfør á støðini í Borisoglebsk í russisku Voronezj-regiónini fyri ukrainska álopið.
Sambært Reuters sigur Ukraina seg hava rakt seks russisk bumbuflogfør av slagnum, Su-34, og hetta er júst í einum álopi á flogstøðina í Borisoglebsk.
Ukrainski herurin sigur, at álopið varð framt við Neptune-rakettum, sum vit síggja á myndini her niðanfyri.
Fylgisveinamyndir, sum Reuters almnannakunnger, vísa oyðileggingar á russisku flogstøðini eftir ukrainska álopið.

