Luttøkan hjá KÍ í bólkaspælinum gevur danska TV2 eyka uppgávur

Danska TV2 eigur rættindini til at vísa Europa League og Europa Conference League í øllum danska kongaríkinum, og tað forpliktar

Stóra danski sjónvarpsrásin, TV2 eigur rættindini til at vísa Europa League og Europa Conference League.

 

Rættindini er galdandi fyri The Kingdom of Denmark, t.v.s. rættindini eru galdandi fyri bæði Grønland, Danmark og Føroyar.

 

Men nú hevur TV2 fingið eina eftir teirra tykki óvæntaða eyka uppgávu. Eitt føroyskt lið, KÍ hevur móti øllum forvæntningi, ið hvussu er á høvuðsskrivstovuni hjá TV2 í Odense vunnið seg í eitt Europa Conference League.

 

Og tá rættindini hjá TV2 umfata Føroyar, so umfata skyldurnar hjá TV2 eisini Føroyar.

 

Tí má og skal TV2 standa fyri sjónvarpsframleiðsluni av teimum trimum heimadystunum hjá KÍ í Europa Conference League móti franska liðnum, Lille, slovenska liðnum, Olimpic Ljubjana og slovakiska liðnum, Slovan Bratislava. 

 

Redaksjónsleiðarin hjá TV2, John Hansen, ið umsitir ítróttarrættindini hjá TV2 greiðir frá í samrøðu við BT, at hetta er ein serlig støða sum TV2 ikki hevur staðið í áður. 

 

- Vit fara at framleiða dystirnar í góðum og tøttum samstarvi við tjóðarsjónvarpið, Kringvarp Føroya, ið fara at hjálpa okkum á staðnum. Tað eru nakað fleiri útreiðslur enn tað eru um talan var um ein dyst í Danmark, tí tað er nakrar spesifikasjónir vit skulu útfylla. Tey (KVF) kunnu hjálpa okkum við tí mesta móti einum gjaldi, men tað eru nakrar lyklaporsjónir vit skulu hava upp til Føroya. Men tað fer at eydnast okkum, sigur John Hansen við BT. 

 

- Hetta er veruliga spennandi fyri Føroyar. Hetta er eitt lítið ævintýr hjá teimum, staðfestir John Hansen. 

 

Um KÍ vinnur seg víðari úr bólkaspælinum má TV2 halda fram við at standa fyri sjónvarpsframleiðsluni av dystunum hjá KÍ á Tórsvølli.