info
Ongi úrslit

Mál- og samskiftis-trupul-leikar skulu loysast av einum myndugleika 

Rósa Samuelsen, valevni fyri Sambandsflokkin
1. desember 2022 kl. 13:36

Vit hava nógv børn, ung og eisini vaksin, sum hava  álvarsligar mál- og samskiftistrupulleikar, antin tí tey eru deyv, hava  niðursetta hoyrn, blind, sjónveik, lesi- og skriviveik og tal- ella orðblind.

 

Fleiri hava eisini aðrar samansettar avbjóðingar at dragast við, mistanka um, ella hava fingið staðfest ADHD, autismu, angist menningartarn osfr. og nøkur skilja ikki føroyskt.

 

Børn við málmenningaravbjóðingum kunnu fáa hjálp umvegis Sernám í dagstovni.

Nøkur fá fáa Karlstadsvegleiðing gjøgnum Sernám, umvegis neti frá veitara úr Danmark.

 

Eingin almenn tænasta er til tey, sum hava fingið CI-Cochlear implat, tí mugu  børn saman við foreldrunum av landinum, fleiri ferðir um árið, at fáa undirvísing. 

 

Nøkur vaksin velja sjálvi at gjalda, fyri at fáa hjálp frá privatum veitara her heima, onnur fáa onga hjálp. Dagstovnar og skúlar mugu gjalda fyri at senda starvsfólk á skeið uttanlands.

 

Fleiri kundu fingið gagn av læra at brúka forrit, sum lesi og skrivistuðul, og CD orð, men her manglar at fáa føroyskt tilfar talgilt.

 

Her síggja vit enn einaferð fleiri skipanir, og samstundis hava vit heldur ikki tey hagtøl vit hava brúk fyri á einum staði. Hetta eigur at gerast betri.

 

Áðrenn ein er komin í helvt at lesa hetta er lætt at síggja, at alt hetta er ein peruvellingur, tað detta ov nógv niðurímillum og vit hava ikki eitt yvirlit. Her má ruddast upp, ein myndugleiki skal hava ábyrgdina av økinum, so vit hava eina  lætta og smidliga skipan, so tað eisini er lættari at ráðgeva og samstarva við aðrar myndugleikar.

 

Spurningurin er so, um vit hava øll tey fakfólk, sum skulu til. Ja, tað hava vit avgjørt. Vit mugu sjálvandi gagnnýta allar tær fakligheitir vit hava í landinum.

 

Heldur enn at senda fólk av landinum, skal sáttmáli gerast við Heilsutrygd, soleiðis at vit fáa eina win-win støðu fyri allar partar.

 

Rósa Samuelsen

valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

Í gjár kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

Í gjár kl. 21:48

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

21 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Hetlendingar fáa 203 milliónir krónur til at fyri­reika tunnil

28 minuttir síðan
Tíðindi

Í ár fara skógvaeskjurnar til Ukraina

30 minuttir síðan
Tíðindi

Johnson: Beinleiðis víst avrætting kann gagna yvirgangsfólki

1 tími síðan
Tíðindi

Vindurin kann koma upp í 25 metrar um sekundið í morgin

1 tími síðan
Lesarabrøv

Vit mugu raðfesta staðbundnar serlæknar

2 tímar síðan
Tíðindi

Sam­ráð­ing­ar um svart­kjaft, norð­havs­sild og makrel í London

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mistak hjá Ara førdi til sigursmálið hjá Þór

3 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri spreingingar í Riyadh

9 tímar síðan
Lesarabrøv

Viðmerking til kjak um ferðslu­lóg í sam­band við el­súkklur

9 tímar síðan
Tíðindi

Soleiðis er bygdarráðið í Vestmanna skipað

10 tímar síðan
Tíðindi

Rannsakaðu heimið hjá Trump-kritikara: – Eg vil ikki tiga

11 tímar síðan
Tíðindi

Fyrrverandi borgar­stjóri er nú vara­borgar­stjóri í Vestmanna

13 tímar síðan