Á fundi í dag klokkan 17 varð bygdarráðið í Vestmanna umskipað. Tað er tað, eftir at bygdarráðslimurin Símun Jákup Højsted er fluttur úr bygdini og harvið er noyddar at fara úr bygdarráðnum. Hann var annars bygdarráðslimurin við næstflestum atkvøðum á seinasta kommunuvali, hann fekk 138. Bara Sára Jógvansdóttir, sum nú er borgarstjóri, fekk fleiri atkvøður, hon fekk 145.
Nýggjur varaborgarstjóri er Karl A. Olsen, sum á valinum seinast fekk 68 atkvøður.
Tað váttar Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri.
Karl A. Olsen er 61 ára gamal. Hann var borgarstjóri í Vestmanna kommunu frá 2005 til 2012 og varaborgarstjóri frá 2013 til 2016. Hann hevur havt nevndarsessir í Føroya Kommunufelag og í interkommunala elfelagnum SEV.
Hann stillaði upp til Løgtingið fyri Sjálvstýrisflokkin í 2008 og 2011 og fyri Framsókn í 2015.
Karl A. Olsen starvaðist í almennari fyrisiting, áðrenn hann gjørdist lærari á miðnámsskúlanum á Kambsdali, har hann undirvísir í føroyskum.
Aðrar broytingar eru eisini gjørdar í bygdarráðnum. Meira um tað seinni.