27. mai var føroyska stevnan í Keypmannahavn, Nordhavns Regatta, hildin. Eitt føroyskt mentanartiltak, sum verður hildið hvørt ár, fyriskipað av føroyskum útisetum. Róðrarfelagið Tvørabáturin skipaði fyri.
Veðrið var sera gott, skráin var fjølbroytt og væl var vitjað á Nordhavns Regatta 2023 í danska høvðusstanum hendan dagin.
Tiltakið byrjaði longu klokkan 13 við guðstænastu, røðu, kappróðri, og tað helt fram inntil einaferð út á náttina, tá dansur var á skránni.
Fyriskipararnir lata væl at, og tað sama gjørdu tey nógvu vitjandi.
Her eru nakrar myndir frá tiltakinum: