info
Ongi úrslit

Nú eru vit hálað eftir oyrunum nóg ofta

Hetta var síðsta skot í byrsuni, siga tinglimir í samgonguni, sum vilja hava løgmann at yvirtaka málið

Áki Bertholdsen
15. desember 2020 kl. 14:03
Hetta var síðsta skot í byrsuni og hetta skal landsstýrið ikki finna upp á einaferð afturat. Tað gjørdi tveir tinglimir í samgonguni, Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, og Brandur Sandoy úr Fólkaflokkinum, púra greitt, nú Løgtingið hevur samtykt at geva Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í vinnumálum, heimild til at avmarka upplatingartíðirnar hjá Matstovum og skeinkistøðum. Hann kann eisini lukka tey heilt, umframt at hann kann avmarka talið á fólki, sum eru inni ísenn. Og tað er longu greitt, at hetta er ein heimild, hann kann brúka, tí løgmaður hevur boðað frá, at frá hósdegnum og til sunnukvøldið 3. januar, skulu matstovur og skeinkistøð lata aftur klokkan tíggju um kvøldi. Trupulleikin er bara tann, at hetta hevur Løgtingið slett ikki heimild til at gera. Tað eru bæði føroyskir løgfrøðingar, og løgfrøðingar hjá donsku stjórnini, á einum máli um. Orsøkin er tann, at lógin um smittuverjandi tiltøk er danskt málsøki, og tí hevur Løgtingið ikki heimild at lóggeva á økinum. Løgtingið samtykti eisini fyrr í ár at geva landsstýrismanninum hesa heimildina, men hon gekk út í heyst. Tá var løgmaður undir hørðum trýsti at yvirtaka málsøki, men tað hevur hann ikki viljað. Hann hevur boðað frá, at hann fer ikki at yvirtaka málsøki mitt í eini farsótt, tí skal tað gerast, skal tað fyrireikast væl. Og aftur nú, tá ið Løgtingið enn eina ferð, hevur samtykt at geva honum hesa heimildina til 1.februar, varð koyrt á løgmann at fáa hann at yvirtaka málsøkið. Av tí, at málsøkið ikki er yvirtikið, er tað nevniliga ógvuliga avmarkað, hvørji tiltøk vit kunnu seta í verk fyri at forða fyri, at korona breiðir seg. Kristina Háfoss, tinglimur fyri Tjóðveldi, heldur, at tað er beinleiðis láturligt, at lógin ikki verður yvirtikin, so at vit sjálvi kunnu seta tey smittuverjandi tiltøk í gildi, sum vit halda vera hóskandi. Bæði Johan Dahl, Brandur Sandoy staðfestu, at tað ber ikki til, at Løgtingið samtykkir lógir, tað í roynd og veru als ikki hevur heimild at samtykkja. Teir gjørdu báðir greit, at hetta var seinastu ferð, teir vilja atkvøða fyri einum slíkum máli uttan so, at landsstýrið hevur yvirtikið málsøki, so at Løgtingið hevur løgfrøðiliga heimild til tað. Johan Dahl vísti á, at orsøkin til at heimildin er galdandi til 1. februar, er nettupp fyri at geva landsstýrinum eitt skotbrá at yvirtaka lógina. – Hetta var síðsta skot í byrsuni, tí nú eru vit hálað nóg ofta eftir oyrunum í einum máli, vit ikki hava heimild at samtykkja, segði Johan Dahl. Og bæði hann, og Brandur Sandoy gjørdu greitt, at landsstýrið skal ikki koma í løgtingið eina ferð afturat og biðja um at fáa nakað sovorðið samtykt, uttan at málsøkið er yvirtikið tá. Cristian Andreasen úr Fólkaflokkinum hevði somu áskoðan tá ið málið var viðgjørt fyrr í ár og hesa ferð tók hann ikki lut í atkvøðugreiðsluni.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump leypir á Fox News á valnáttini

1 tími síðan
Tíðindi

Metir Demokratarnar vinna meirilutan í Umboðsmannatinginum

2 tímar síðan
Tíðindi

Republikan­ar­ar missa senat­ssess í North Carolina

2 tímar síðan
Fótbóltur

EFL valdi Geza á vikuliðið

4 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Bayern vann stórdystin og United fekk loksins ein sigur

5 tímar síðan
Tíðindi

Setur spurnar­tekin við drúgvu frið­ing­ina á Føroya­banka

5 tímar síðan
Hondbóltur

Marita vann á Mariu í bestu donsku hondbóltsdeildini

6 tímar síðan
Tíðindi

Kann Invest in Denmark hjálpa Føroyum at fáa íløgur?

6 tímar síðan
Tíðindi

Spanski sam­ferðslu­ráð­harrin fer frá eftir tok­vanlukkur

7 tímar síðan
Tíðindi

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

8 tímar síðan
Tíðindi

Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

9 tímar síðan
Tíðindi

Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA

9 tímar síðan