info
Ongi úrslit

Nú skal ferðavinnan í Kirkjubø mennast

info
Danjal av Rana
11. desember 2018 kl. 14:28

Í morgun skrivaðu Annika Olsen, borgarstjóri, og Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini, undir samstarvsavtalu við Visit Tórshavn. Umboð frá Visit Tórshavn vóru Barbara Samuelsen, stjóri, og Henny á Líknargøtu, nevndarforkvinna í felagnum.

Í avtaluni stendur, at endamálið hjá Visit Tórshavn er at arbeiða ítøkiliga við ferðavinnu, at marknaðarføra og branda Tórshavn, at menna og kunna um vinnuferðavinnu í kommununi, og at kunna um Tórshavn bæði innan- og uttanlands. Hesum arbeiðinum ynskir Tórshavnar kommuna at stuðla, sum framhald av menning av serliga vinnuferðavinnuni, ið arbeitt verður við í umsitingini.

Í 2019 skal Visit Tórshavn harumframt raðfesta fylgjandi uppgávur og átøk, ið eru lýst í ferðavinnupolitikkinum, sum Tórshavnar kommuna saman við Visit Tórshavn lat gera í 2018: Vinnuferðavinnu, branding av kommununi, talgilda kunning, menningarætlanir og fyrireika útbjóðing av kamping.

Eitt av átøkunum er at fáa til vega ein talgildan kunningarskíggja í Steinatúni umframt at Visit Tórshavn fer at arbeiða meir við at fáa til vega talgilda kunning. Harafturat eru ítøkiligar verkætlanir um at menna ferðavinnuna í Kirkjubø og kampingvirksemið í býnum.

Í næstum verður avtala undirskrivað við Visit Faroe Islands, sum saman við Visit Tórshavn og Tórshavnar kommunu skal lyfta uppgávuna at menna vinnuferðavinnu í Tórshavnar kommunu.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump leypir á Fox News á valnáttini

1 tími síðan
Tíðindi

Metir Demokratarnar vinna meirilutan í Umboðsmannatinginum

2 tímar síðan
Tíðindi

Republikan­ar­ar missa senat­ssess í North Carolina

2 tímar síðan
Fótbóltur

EFL valdi Geza á vikuliðið

4 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Bayern vann stórdystin og United fekk loksins ein sigur

5 tímar síðan
Tíðindi

Setur spurnar­tekin við drúgvu frið­ing­ina á Føroya­banka

5 tímar síðan
Hondbóltur

Marita vann á Mariu í bestu donsku hondbóltsdeildini

6 tímar síðan
Tíðindi

Kann Invest in Denmark hjálpa Føroyum at fáa íløgur?

6 tímar síðan
Tíðindi

Spanski sam­ferðslu­ráð­harrin fer frá eftir tok­vanlukkur

7 tímar síðan
Tíðindi

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

9 tímar síðan
Tíðindi

Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

9 tímar síðan
Tíðindi

Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA

9 tímar síðan