info
Ongi úrslit

Norðmenn stúra fyri nýggjum heimsbardaga

Kanning vísir, at 41% av norðmonnum stúra fyri nýggjum heimsbardaga

Tór Marni Weihe
13. august 2024 kl. 21:37

Sambært eini kanning, sum YouGov hevur gjørt fyri norska depilin fyri friðargransking (PRIO – Peace Research Institute Oslo) halda 41% av teimum spurdu norðmonnunum, at eitt nýtt heimskríggj brestur á innan 10 ár eru liðin. 55% av teimum spurdu halda eisini, at eitt nýtt vápnað stríð fer at taka seg upp í Evropa.

Tað skrivar norska tíðindastovan NTB.

– Okkara kanning vísir, at norðmenn stúra fyri, at vit eru á randinum til stóran heimsumfatandi ófrið, og óttast ein komandi heimsbardaga og eina nýggja evropeiska ósemju, sigur Henrik Urdal, ið er leiðari fyri PRIO.

Kanningin hjá PRIO vísir, at tveir triðingar av teimum spurdu halda, at tað eru fleiri vápnaðar ósemjur í dag sammett við fyri 20 árum síðani. Ein meiriluti heldur eisini, at fleiri doyggja í dagsins ósemjum sammett við fyrr.

– Hetta undirstrikar tørvin á fleiri átøkum fyri friði og ósemjufyribyrging, sigur Henrik Urdal.

Ein meiriluti av teimum spurdu halda eisini, at á heimsstigi gongur fólkaræði aftur.

– Vit síggja í løtuni eina ógvusliga veiking av fólkaræðisligum rættindum og stovnum kring heimin. Fólkaræðislig afturgongd ger tað nógv truplari at mótmæla friðarliga. Niðurlagingin av fólkaræðisligum stovnum merkir, at vit missa friðarligar skipanir at loysa ósemjur og elvir til, at fólk í størri mun snúgva sær til harðskap. Hendan gongdin kann hava álvarsligar fylgjur við sær fyri altjóða støðufesti, sigur Urdal.

Ein meiriluti av teimum spurdu metir eisini, at altjóða stovnar sum ST og OSCE (Organisation for Security and Co-operation in Europe) hava minni týdning í dag enn fyrr.

Kanningin varð gjørd í døgunum 28. juni til 3. juli og 1022 vaksnir norðmenn vórðu spurdir.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Myndir: Her enda allar fløskur og dósir í Føroyum

20. oktober kl. 10:58

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Lerwick vísir áhuga fyri nýggju Íslandsrutuni

51 minuttir síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - Samrøðurnar millum USA og Russland broyttu einki

1 tími síðan
Tíðindi

Løgreglan: Átaks­ráð­ið um­røtt net­trygdar­støðuna við PHP

1 tími síðan
Lesarabrøv

5.000 krónur loysa ikki ein trupulleika, sum varir alt árið!

1 tími síðan
Lesarabrøv

Nei Sirið – argument mangla ikki

2 tímar síðan
Tíðindi

Útgivið vísindaliga grein um lívið eftir bróstkrabba

3 tímar síðan
Tíðindi

Russland og Ukraina útflýggja hvørjum øðrum deyð herfólk

3 tímar síðan
Tíðindi

Supertyfon elvir til 10 metra høgar aldur

3 tímar síðan
Tíðindi

Sp/f Thorfinn Nielsen yvirtekur VatnOrku

3 tímar síðan
Tíðindi

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

6 tímar síðan
Tíðindi

Skatturin kann hækka av sær sjálv­um 100-300 kr um mánaðin

6 tímar síðan
Tíðindi

Djóni Nolsøe Joensen tikið sæti á tingi

6 tímar síðan