info
Ongi úrslit

Nú fáa vi skjótt tablettir fyri koronu

Summi vænta tær fyrstu tablettirnar longu fyr jól

Áki Bertholdsen
22. november 2021 kl. 08:17

Nú eru tablettir fyri koronu á veg og danska stjórnin, og danska Fólkatingið, eru til reiðar at brúka heilar 450 millónir í ár, og næsta upp á at keypa tablettir fyri koronu. Tað skriva danskir miðlar.

Tað eru tvey sløg av tablettum, talan er um og tað eru fyritøkurnar, Pfizer og Merck, sum hava ment hvør sína tablet fyri koronu. Enn hevur heilivágseftirlitið í Evropa, EMA, ikki góðkent tær, men royndirnar av hesum tablettunum hava verið sera góðar. Men í somu løtu, tær verða góðkendar, eru donsku myndugleikar til reiðar at taka ímóti.

Á tíðindafundi í Danmark hendan dagn varð dentur lagdur á, at koppsetingin er fyribyrgjandi, men at tablettirnar verða tiknar í brúk, tá ið fólk hava fingið koronu tí tær vísa seg at taka broddin av sjúkuni. Og tað er nógv betri at fyribyrgja sjúku enn at viðgera sjúku, varð sagt á tíðindafundinum.

Magnus Heunicke, sigur, at tablettirnar kunnu vísa seg at gera serliga mun, tá ið sjúk og veik fáa koronu, tí tær taka tað ringasta. Samstundis vísir tað seg, at hjá teimum, sum hava fingið koronu, og sum fáa tablettir, minkar vandin fyri at dpyggja heilt munandi. Heunicke væntar eisini, at tær fyrstu sendingarnar av tablettum koma longu fyri jól, men so koma fleiri sendingar eftir jól.

Í Onglandi eru tey farin at brúka tablettirnar frá Merck og nú verður arbeitt upp á at fáa tær góðkendar í ES. Og beint í hølunum á tí er væntandi, at farið verður undir arbeiðið at vita um tablettin frá Pfizer kann góðkennast

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

Í gjár kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

Í gjár kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Seks stig til B68 - trý stig til 07 Vestur

1 minuttur síðan
Tíðindi

Lula afturvaldur til forseta í Brasil

1 tími síðan
Fótbóltur

Sandnes ULF vann týðandi sigur í botnstríðnum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Fimta dystin á rað fekk SV Ried úrtøku

3 tímar síðan
Tíðindi

Næstan alt úr aldum toski hjá Norcod fer til mannaføði

3 tímar síðan
Tíðindi

Trump kallar Noreg eitt »lortaland«

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Hellas Verona misti sigurin móti dystarenda

4 tímar síðan
Hondbóltur

Pauli hevur enn ikki roynt at tapt hetta kappingarárið

4 tímar síðan
Hondbóltur

Óli vann á Paula og Jákupi - Jóhan vann á Teis

5 tímar síðan
Tíðindi

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

5 tímar síðan
Tíðindi

MYNDIR: Birting í Gallarí Havnará

6 tímar síðan
Lesarabrøv

Løgtingið hevur gloymt arbeiðsfólkið – nú er tíð at fáa tað aftur á ting!

6 tímar síðan