info
Ongi úrslit

Øll partrolarapør verða nú aftur á upsaveiði

Gulllaksavertíðin er liðug og skipini, sum hava fiskað gulllaks seinasta hálva árið, fara nú aftur á upsaveiði

Vilmund Jacobsen
29. oktober 2024 kl. 09:56

Seinastu dagarnar hava fýra partolarapør verið til fiskiskap.

Skipini fiska upsa og fáa eisini nakað av hvítum fiski sum hjáveiði.

Fiskiskapurin hjá partrolarunum er misjavnur.

Skipini, sum hava verið á gulllaksaveiði í vertíðini hesaferð, fara nú aftur á upsaveiði.

- Væntandi koma tey fýra partrolarapørini, sum eru til fiskiskap, inn at landa hesa vikuna, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

Lagt verður aftrat, at trý partrolarapør hava seinastu dagarnar ligið við bryggju.

Av djúpvatnstrolarunum fiska tríggir tosk á Íslandsrygginum, men teir eru nýliga byrjaði túr.

- Tí er ivasamt, um djúpvatnstrolararnir koma inn at landa í vikuni.

Um teir smáu trolbátarnar verður sagt, at bara ein hevur verið til fiskiskap seinastu dagarnar. 

- Teir koma helst inn at landa miðskeiðis í vikuni, og møguliga loysir onkur annar trolbátur eisini í vikuni.

Í løtuni fiska tvey garnaskip svartkalva, og eitt fiskar havtasku.

- Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, og øll koma inn at landa hesa vikuna, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

Í gjár kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Danmark leikti javnt móti Spania

2 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

2 tímar síðan
Tíðindi

Johnson gevst sum leið­ari hjá Re­publi­kan­ar­u­num

2 tímar síðan
Tíðindi

Bønir & illbønir í Filmsfelagnum

2 tímar síðan
Fótbóltur

FC Nordsjælland reyk úr steypakappingini

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

3 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Como vann metstóran sigur

3 tímar síðan
Tíðindi

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4 tímar síðan
Tíðindi

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4 tímar síðan
Hondbóltur

Gylta og liðfelagarnir vóru fyri stórtapi

4 tímar síðan
Lýsingagrein

Gjaldstovan og Nema gjørt av­talu um før­oysku tíð­ar­skrá­set­ing­ar­skip­an­ina Nema Tíð

4 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis vunnu Føroyar greitt á Kosovo

4 tímar síðan