Sands kommuna hevur samtykt at gera eitt alment spælipláss norðan fyri kommunuskrivstovuna, men størsta spæliplássið í kommununi er tó fantastiski sandurin. Mynd: Álvur Haraldsen

Sandur fær stórt kampingpláss og spælipláss

- Vit fáa eina stóra terassu, sølutorg, stórt kampingpláss og alment spælipláss, sigur borgarstjórin, Heri Sverrason.

 

Sands kommuna hevur samtykt at gera eitt alment spælipláss norðan fyri kommunuskrivstovuna, men størsta spæliplássið í kommununi er tó fantastiski sandurin. Mynd: Álvur Haraldsen

Tað hendir nógv í Sands kommunu, sum partvís og heilt vendir sær til ferðavinnuna.

 

Í staðin fyri at hava eitt avmarkað kampingøki úti við Munkin norðan fyri havnalagið við plássi fyri trimum vognum, fær kommunan nú pláss fyri 25 til 30 kampingvognum.

 

- Vit eiga lendið norðan fyri verandi kampingpláss, sum eisini er við í bygdaplaninum. Hetta er eitt øki, sum liggur um 900 fermetrar.

Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu, sigur, at allir vognarnir hava atgongd til el, vatn og tøming.

 

- Húsið við Munkin, sum bæði hevur wc, brúsu og vaskimaskinu og sum eisini er undirhús, stendur tókt til kamping og til tað maritima við havnalagið.

Sands kommuna hevur tikið av einum tilboði frá Finnleifi Fagradal um grevstur og planering av økinum, og miðjað verður eftir, at víðkaða kampingøkið stendur liðugt í summar.

 

- Vit vænta, at nýggja økið fer at kosta einar 200.000 krónur, sigur Heri Sverrason.

 

Niðri við egningaskúrarnar á havnalagnum hevur kommunan júst latið byggja nakrar nýggjar skúrar, sum verða leigaðir út til borgarar í kommununi. 

 

Á dekkinum oman á skúrunum verður ein stór terassa við borðum og benkrum, og niðri á økinum er ætlanin at gera eitt sølutorg, har fólk kunnu selja grøði, kjøtvørur, fisk, fugl og ymisk annað hugsandi. 

 

Av øðrum íløgum, sum Sands kommuna eisini hevur samtykt at gera, er eitt alment spælipláss, sum skal byggjast norðan fyri kommunuskrivstovuna.

- Her er ein sparkivøllur, sum ikki verður meira, tí góður sparkivøllur er í ovara parti av skúlagarðinum. Vit hava samtykt at brúka 500.000 krónur til spæliplássið í ár og helst tað sama næsta ár. 

 

Heri Sverrason sigur, at kommunan hevur fingið tvey tilboð upp á grevstur og planering, og tá støða er tikin til tilboðini, er ætlanin at fara í gongd.   

 

- So, fáa vit at síggja, um spæliplássið verður bygt í tveimum ella trimum stigum, leggur hann aftrat.

 

Umframt at alment spælipláss verður bygt á Sandi, verður eisini nýtt alment wc bygt í suðurendanum á kommunubygninginum.

 

 

 

Sands kommuna hevur samtykt at gera eitt alment spælipláss norðan fyri kommunuskrivstovuna, men størsta spæliplássið í kommununi er tó fantastiski sandurin. Mynd: Álvur Haraldsen