info
Ongi úrslit

Sanna Marin gevst sum floksleiðari í Finnlandi

Fráfarandi forsætisráðfrúan í Finnlandi væntar ikki, at hon fær tilboð um ráðfrúusess í eini nýggjari samgongustjórn.

Eirikur Lindenskov
5. apríl 2023 kl. 10:25

Fráfarandi forsætisráðfrúan í Finnlandi, Sanna Marin, fer eisini frá sum forkvinna í finska Javnaðarflokkinum.
Tað sigur hon á tíðindafundi í nú fyrrapartin sambært Reuters.
Hon heldur tó fram sum limur í finska tjóðartinginum, ríkisdegnum.
Sanna Marin sigur, at stjórn hennara fer formliga frá í morgin.
Og so sigur Sanna Marin, at hon ikki heldur tað vera sannlíkt, at hon verður nýggj ráðfrúa í eini nýggjari samgongustjórn.
Val var í Finnlandi sunnudagin. Um kvøldið var greitt, at Javnaðarflokkurin bara gjørdist triði størsti flokkur, og at Marin ikki kundi halda fram sum forsætisráðfrú.
Næsti forsætisráðharrin verður helst formaðurin í borgarliga Savningarflokkinum, Petteri Orpo.

##med2##
Í veruleikanum hevði Javnaðarflokkurin tvey prosent í framgongd á valinum. Men teir borgarligu flokkarnir fingu enn størri framgongd.
Í Finnlandi er siðvenja at hava breiðar samgongustjórnir, og roknað verður við, at soleiðis verður aftur nú.
Finski miðlar vænta tó, at samgongusamráðingarnar fara at vara í fleiri vikur.
Í stjórnini hjá Sonnu Marin vóru fimm flokkar.
/ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

Í gjár kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Seinasti valdagur í Russlandi

18 minuttir síðan
Tíðindi

Eingin ætl­an um at frí­taka sjón­leik og kon­sert­ir fyri MVG

1 tími síðan
Tíðindi

Noregi: Nú verður ikki leitað eftir fólki á lívi

1 tími síðan
Ítróttur

Semifinala, brace og unglingakapping

1 tími síðan
Tíðindi

FAKTA: Russar skulu velja 450 limir í tjóðartingið

2 tímar síðan
Tíðindi

Tá tónleikurin broytti Føroyar

3 tímar síðan
Tíðindi

Amerikanskar herstøðir kunnu gerast nýggj búskaparlig súla í Grønlandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Skal loysingin vinna, má fólkið við

4 tímar síðan
Tíðindi

Fekk bót fyri at vísa longutong móti løgregluni

4 tímar síðan
Tíðindi

Føroysku røturnar fylgdu Mortani til Zimbabwe

5 tímar síðan
Tíðindi

Børn við gikt og familjur teirra hittast í Miðvági

5 tímar síðan
Tíðindi

Baðilandið í Páls Høll stongt – hol kom á tanga í tøknirúminum

6 tímar síðan