Forsætisráðfrú Finnlands, Sanna Marin úr Javnaðarflokkinum, bíðar spent eftir fyrstu úrslitunum, sum vórðu almannakunngjørt beint eftir at valhølini lótu aftur klokkan 20 finska tíð, sum er klokkan 18 okkara tíð. - Foto: Sergei Grits/Ritzau Scanpix  

Sanna Marin viðgongur valsósigur í Finnlandi

Savningarflokkurin boðar frá valsigri við 48 sessum í ríkisdegnum. Javnaðarflokkurin er nummar trý eftir Sonnu Finnar.

 

Forsætisráðfrú Finnlands, Sanna Marin úr Javnaðarflokkinum, bíðar spent eftir fyrstu úrslitunum, sum vórðu almannakunngjørt beint eftir at valhølini lótu aftur klokkan 20 finska tíð, sum er klokkan 18 okkara tíð. - Foto: Sergei Grits/Ritzau Scanpix  

Finska forsætisráðfrúan, Sanna Marin, mátti seint í kvøld viðganga, at Javnaðarflokkur hennara má lata ræs lynda at gerast nummar trý á valnum í dag til finska ríkisdagin.

Marin hevur viðgingið valósigurin.

– Fólkið hevur talað. Fólkaræðið hevur talað, sigur hon í røðu til floksfelagar, eftir at ósigurin var greiður.

Tá 99,8 prosent av atkvøðunum vórðu taldar stóð konservativi Savningarflokkurin til at fáa 20,8 prosent av atkvøðunum.

Tað svarar til 48 sessir av teimum 200 í finska ríkisdegnum.

Tað merkir, at formaðurin í Savningarflokkinum, Petteri Orpi, eftir øllum at døma tekur yvir sum forsætisráðharri eftir Sonnu Marin úr Javnaðarflokkinum.

– Hetta er ein stóru sigur, sigur Orpo í eini røðu til floksfelagar.

– Við hesum valúrslitinum fara vit undir samráðingar um at skipa eina samgongustjórn, sigur hann sambært tíðindastovurni AFP.

Tann ES atfinningarsami tjóðskaparflokkurin Sannir Finnar tykist at gerast næststørsti flokkur. Sannir Finnar fáa um 20,1 prosent av atkvøðunum, sum gevur teimum 46 sessir í komandi ríkisdegnum.

Fráfarandi forsætisráðfrúan, Sanna Marin, fær saman við Javnaðarflokkinum 19,9 prosent, vísir fyribils uppteljingin sambært sjónvarpsstøðini Yle. Tað gevur 43 sessir.

Marin leggur dent á í kvøld, at tað er ein framgongd í mun til síðsta val.

– Vit hava økt stuðulin og talið av tingsessum. Tað er eitt rættiliga gott úrslit. Eg eri sera errin av tykkum øllum, segði hon í røðuni fyri floksfeløgum seint í kvøld.

– Arbeiðið heldur fram. Men sjálvandi gongur tað fyri seg úr eini aðrari støðu enn higartil, leggur hon afturat sambært svensku tíðindastovuni TT.

Í Finlandi er siðvenja, at formaðurin í størsta flokki, fyrst fær møguleikan at skipa stjórn.

##med2##

 

Göran Djupsund, sum er professari emeritus í statsvísindum við Åbo Akadem, sigur við tíðindastovuna TT, at stjórnarsamráðingarnar millum Savningarflokkin og Sannar Finnar kunnu gerast truplar.

– Savningarflokkurin sær tørvin á útlendskari arbeiðsmegi. Tað er nakað, sum Sannir Finnar avgjørt eru ímóti, sigur hann.

Aðrir flokkar, so sum Miðflokkurin, sum var ein partur av fráfarandi stjórnini, er ímóti at fara í eina stjórn, sum er undir leiðslu av Savningarflokkinum.

/ritzau/

 

 

Forsætisráðfrú Finnlands, Sanna Marin úr Javnaðarflokkinum, bíðar spent eftir fyrstu úrslitunum, sum vórðu almannakunngjørt beint eftir at valhølini lótu aftur klokkan 20 finska tíð, sum er klokkan 18 okkara tíð. - Foto: Sergei Grits/Ritzau Scanpix  

Petteri Orpo, formaður í konservativa Savningarflokkinum, hátíðarheldur valsigurin saman við floksfeløgum sínum í kvøld. - Foto: Antti Aimo-Koivisto/Ritzau Scanpix