info
Ongi úrslit

Sera jøvn kapping í estetiskum fimleiki

Í dag var undankappingin í føroyameistarakappingin í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi í Havn.

Anna Lindenskov Schiller
7. mai 2022 kl. 20:59

Tað verður sera spennandi at síggja, hvør fer avstað við føroyameistaraheitunum í ár, tí feløgini eru sera jøvn. 
Í smágentualdursbólkinum er púra javnt millum liðini Ara og Norma, sum bæði eru úr Fimleikafelagnum Ljósið, og í hinum aldursbólkunum er munurin ikki størri enn 0,3 stig millum nummar 1 og 2.
12 lið úr fýra feløgum vóru við í kappingini. Tey eru úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagnum Ljósið, Fimleikafelagið Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag. 
Kappast varð í fýra aldursbólkum, pinkum, smágentum, gentum og unglingum. 
Í steypakappingunum fyrr í ár hevur eitt lið verið við í kvinnualdursbólkinum. Talan er um Team Hera, ið kappast fyri Føroya Fimleikasamband. Team Hera er eitt samansett lið við fimleikarum úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagnum Ljósið og Fimleikafelagnum Støkk. 
Í løtuni er Team Hera í Bulgaria, har tær luttaka í World Cup 2. Her eru úrslitini frá FM undankappingini í dag: 

Pinkur

Støkk Nava 14,67 HF Nora 14,37 
Klaksvíkar Fimleikafelag Aura 12,42 
Ljósið Auriga 11,4 


Smágentur

Ljósið Ara 16,3 
Ljósið Norma 16,3 
Støkk Urða 14,85 
HF Nita 14,75 


Gentur

HF Mira 16,78 
Støkk Svalan 16,65 

 

Unglingar

HF Bjalla 15,82 
Støkk Rósan 15,75 


Føroyameistarakappingin í estetiskum fimleiki er tvídeild. FM finalan verður í morgin 8. mai kl 14. 
Kringvarpið stroymir kappingina.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

19 tímar síðan

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Í nátt skulu vit seta klokkuna aftur

27 minuttir síðan
Tíðindi

Magni Højgaard spyr um al­menna av­rúsing

1 tími síðan
Tíðindi

Fekk bót fyri at leggja upp til slagsmál

2 tímar síðan
Tíðindi

Ukrainskt álop førdi til streymslit á Krim

2 tímar síðan
Tíðindi

At vitja Norðurlond er sum at vitja eitt systkinabarn

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

3 tímar síðan
Tíðindi

Funnu hassj og ketamin uppi á manni

3 tímar síðan
Tíðindi

Tríggir bil­før­ar­ar koyrdu til treyt­aða frá­døming

4 tímar síðan
Tíðindi

Russland sigur seg hava lopið á ukrainskan havnarbý

5 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ fær FM-steypið handað á Tórsvølli

5 tímar síðan
Tíðindi

Spreingingar í Riyad í nátt

5 tímar síðan
Hondbóltur

10 føroysk mál tá HØJ vann á Stoholm

7 tímar síðan