Sjálvstýri tilreiðar við eini bústaðarrevolutión

Føroyingar hava tørv á eini bústaðarrevolutión – einari politiskari kúgvending.

Gongdin við, at íbúðaokrarar leggja ein stóran part av sethúsunum inn undir seg við tí úrsliti, at ungar familjur hava trupult við at fáa tak yvir høvdið má steðga.

 

Rætturin til tak yvir høvdið hevur altíð verið høgt mettur í Føroyum. Tað hevur verið ein partur av okkara mentan at hjálpa hvørjum øðrum at seta føtur undir egið borð. At keypa hús, sum fóru á tvingsilssølu var ikki vanligt. Hinvegin hjálptu vit fólki, sum vóru komin illa fyri, soleiðis at tey ikki mistu húsini. Eisini var vanligt at hjálpa familju, vinum og grannum við bygging, soleiðis at familjur kundu fáa sítt egna heim. Tí er sera syrgiligt at síggja gongdina á bústaðarmarknaðinum í dag, har spekulantar keypa upp bústaðir til at leiga út, og í serligan mun til ferðavinnu.

 

Vit mugu ásanna, at ein manglandi bústaðarpolitikkur í Føroyum í alt ov langa tíð hevur ført til, at tað bert eru tey múgvandi sum uppliva at seta fótin undir egið borð, og at tað er trupult hjá fólki enntá at fáa tak yvir høvdið. Tey, ið hava ráð at taka húsalán fáa rentustuðul, men tey, ið leiga fáa ongan stuðul og mugu gjalda okursleigu til húsaeigarar. 

 

At rætta upp á hendan skeivleika verður eitt av hjartamálunum hjá Sjálvstýri og ætla vit at fremja ein nýggjan bústaðarpolitik við trimum kjarnuátøkum:

 

Býlisstuðul – eitt nýtt grundarlag fyri tryggleika á bústaðarmarknaðinum

 

Ein burðardyggur og rættvísur bústaðarmarknaður krevur, at fólk hava møguleika at búgva trygt og rímiliga, eisini tey, ið búgva til leigu. Í Føroyum er henda trygdin ikki og leigarar hava hvørki fíggjarligan stuðul ella ein tryggan bústað, sum tey kunnu vera vís í at sleppa at verða búgvandi í.

 

Sjálvstýri vil tí innføra eina skipan við býlisstuðli, sum hevur til endamáls at lætta um bústaðarbyrðuna hjá vanligum fólki og skapa størri tryggleika á leigumarknaðinum. Stuðulin skal verða tørvsmettur og taka støði í veruligum bústaðarkostnaði, soleiðis at hann hjálpir teimum, ið hava størst tørv.

 

Rentustuðulin verður skiftur út við býlisstuðul

 

Almennir pengar skulu brúkast á ein hátt, sum stuðlar undir javnvág og haldføri á bústaðarmarknaðinum. Vit skulu ikki varðveita ein skipan, sum økir um ójavna. Verandi rentustuðulsskipan gagnar bert teimum, ið longu eiga bústað, og hevur tí við sær, at almenn fígging er órrættvís og fer til at styrkja eina skeiklaða bústaðarskipan.

 

Sjálvstýri vil tí endurskipa rentustuðulin, soleiðis at hann verður skiftur út við býlisstuðul. Hetta merkir, at almennir pengar fara at stuðla teimum, ið hava størstan tørv, heldur enn at fara til tey, ið eru best fyri fíggjarliga.

 

Við at flyta stuðulin frá ogn til borgara verður ójavnin á bústaðarmarknaðinum minni og samstundis verða møguleikarnir hjá ungum og teimum, ið royna at seta búgv, styrktir. Endamálið er at skapa eina meira rættvísa skipan, sum stuðlar familjum.

 

Ognarskattur á hús nummar 2

 

Ein vælvirkandi og rættvísur bústaðarmarknaður krevur, at bústaðir fyrst og fremst verða brúktir sum heim og ikki til spekulatión. Í dag er greitt, at vantandi ognarskattur hevur gjørt tað ov lætt og ov lønandi at keypa fleiri hús, meðan fólk, ið royna at finna eitt varandi stað at búgva, verða skumpað til viks.

 

Kommunur hava longu loyvi til at leggja gjøld á sethús, sum standa tóm. Skipanin er rótut og tung at umsita og er eitt slag ognarskatti.

 

Sjálvstýri vil heldur seta ein rímuligan ognarskatt á tey hús, sum eigarin ikki sjálvur brúkar til egnan bústað. Endamálið er at forða spekulatión og tryggja at føroyskir bústaðir eru tøkir hjá fólki, sum hava tørv á bústaði. Tann peningur, sum kemur inn við hesum skattinum skal eisini búkast til at lætta um hjá trongdu familjunum, umframt til at styrkja haldførið í búskapi okkara.

 

Sjálvstýri er til reiðar at fremja ta bústaðarrevolutión, sum Føroyar hava tørv á, við einari samanhangandi røð av politiskum átøkum, ið tryggja ein rættvísan, burðardyggan og vælvirkandi bústaðarmarknað.

 

 

 

Sámal Petur í Grund

 

Formaður í Sjálvstýri