Ferðafólk, sum vilja ganga eftir ávísum leiðum í Grønlandi, kunnu eftir nýggjár verða kravd eftir at skráseta túrin frammanundan, útvega sær gongu- ella atgonguloyvi og hava prógv um ferðatrygging ella bjargingartrygging.
Hetta eru nakrar av broytingunum í ferðavinnulógini, sum grønlendska tingið, Inatsisartut, samtykti í gjár.
Broytingarnar koma í gildi 1. januar 2027. Tá fær Naalakkersuisut heimild til at áseta krøvini fyri nærri útnevndar leiðir og støð. Krøvini kunnu galda fyri fólk, sum hava fastan bústað uttan fyri Grønland. Tað vera kommununar, sum skriva út loyvini ímóti gjaldi.
Nógvar bjargingar
Sambært grønlendska blaðnum Sermitsiaq, so kemur tað ofta fyri, at ferðafólk koma illa fyri á teirri sera væl umtóktu gonguleiðini millum Sisimiut og Kangerlussuaq. Hendan gonguleiðin verður vanliga nevnd Artic Circle Trail.
Tað hendir meira enn so, at tyrla má sendast út at hjálpa ferðafólki á hesari leiðini.
– Á longum og krevjandi leiðum sum Arctic Circle Trail kunnu skráseting av gongufólki og viðkomandi kunning til gestirnar bæði gera gestirnar tryggari og geva eitt betri grundarlag fyri bjargingararbeiði, sigur Paninnguaq Fleischer-Lyberth, sum arbeiðir við ferðavinnumenning hjá Arctic Circle Business, við Sermitsiaq.
Útlendingar úr vinnuni
Sambært upprunalógini frá 2024 skulu fyritøkur, sum vilja hava ferðavinnuloyvi í Grønlandi, sum meginregla vera á lokalum hondum. Eigarin av einum einmansvirki skal hava skrásettan bústað og vera fult skattskyldugur í Grønlandi. Hjá kapitalfeløgum skulu í minsta lagi tveir triðingar av bæði eigaralutinum og atkvøðurættindunum vera hjá fólki, sum lúka hesi og hini persónligu krøvini í lógini.
Fyritøkur, sum longu vóru í vinnuni 1. januar 2025, kunnu í serligum førum fáa tvey ár at laga seg til krøvini. Í serligum førum kunnu tær fáa freistina longda eina ferð, í mesta lagi tvey ár aftrat. Fyritøkur, sum hava fingið undantak fyri 1. januar 2027, fáa sum meginreglu freist til 1. januar 2029.
Upprunaliga legði landsstýrið upp til at geva fyritøkunum fimm ára undantak. Uppskotið hevði eisini eina serliga undantaksskipan fyri øki við fáum ella ongum ferðavinnufyritøkum. Tann skipanin varð strikað áðrenn uppskotið bleiv samtykt.
Stúra fyri at missa gestirnar
Í Suðurgrønlandi stúra smáir veitarar fyri, at teir missa gestir, um stórir ferðafyriskiparar mugu gevast. Elna Jensen rekur Sillisit Hostel og Café Thorhildur í Qassiarsuk. Hon sigur við grønlendska kringvarpið KNR, at millum 90 og 95 prosent av gestunum á gistingarstaðnum koma umvegis Blue Ice Explorer, sum danska Topas Group eigur
– Vit kunnu ikki byggja sama kundagrundarlag upp eftir bara tveimum árum. Vit eru undirveitarar, og tað eigur eisini at verða havt í huga, sigur Elna Jensen við KNR.
Lógin ásetur eisini, at fyritøkur skulu hava serligt loyvi frá Naalakkersuisut til at skipa fyri ferðum, har fólk sleppa at síggja serliga vard vill djór, tá serlig fyrilit skulu takast. Ísbjarnarferðir eru nevndar sum dømi í lógini.