Skoraði fimm mál fyri liðið sum ikki vil sleppa honum enn

Skanderborg-Århus vann greiðan sigur á heimavølli

Ein góð kelda sigur við in.fo, at hesin veit, at Skanderborg-Århus vil ikki sleppa Hákun West av Teigum til týska stórliðið, Füchse Berlin fyrrenn hetta kappingarárið er liðugt. So eftir øllum at dáma fer skiftið fram á sumri í 2023, sum avtalað var upprunaliga.

 

Skanderborg Århus vann í kvøld greiðan 33-25 heimasigur á Fredericia í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Skanderborg Århus var á odda 17-10 í steðginum.

 

Hákun gjørdist saman við Morten Balling næstbesti málskjúttin hjá Skanderborg-Århus við fimm málum. Thomas Arnoldsen gjørdist toppskjútti við sjey málum.

 

Skanderborg-Århus er nummar níggju í deildini við 12 stigum.

 

Komandi leygardag spælir Skanderborg-Århus heimadyst móti Sønderjyske.