Nýggi frystitrolarin hjá Varðanum, Dunga Jákup, verður doyptur í Norðragøtu í morgin, sunnudagin kl.13.
Skráin fyri løtuna er hendan:
Hornorkestrið spælir, meðan skipið leggur at kai.
Felagssangir verða sungnir og røður verða hildnar. Røðarar vera:
Sámal Joensen, stjóri i Varðanum
Per Martin Gregersen, borgarstjóri
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum
Mouritz Mohr, stjóri í Mest.
Eftir dópin eru øll vælkomin umborð, og eisini verður okkurt at fáa til matna í kappróðrarneystinum hjá Tindi.