info
Ongi úrslit

Húsarhald við hita­pumpu skulu rinda 2.700 kr meira um árið

Nú er avgjørt, at elprísurin hækkar 18 oyru fyri kilowatt-tíman um ársskiftið. Hjá einum miðal húsarhaldi við hitapumpu merkir tað eina eykarokning upp á 225 krónur um mánaðin.

Eirikur Lindenskov
28. november 2026 kl. 12:36

Á eykaaðalfundinum hjá SEV í gjár varð avgjørt at hækka elprísin frá 1. januar 2027.

Hjá vanligum húsarhaldum hækkar prísurin 18 oyru fyri kilowatt-tíman uttan meirvirðisgjald. Við meirvirðisgjaldi er talan um eina hækking á 22,5 oyru.

Vanligi elprísurin verður sostatt 2,55 krónur fyri kilowatt-tíman við meirvirðisgjaldi.

Hjá vinnuni hækkar elprísurin 22 oyru fyri kilowatt-tíman uttan meirvirðisgjald.

Húsarhald við hitapumpu rinda mest

SEV hevur roknað út, hvørjar fíggjarligar avleiðingar príshækkingin hevur fyri vanlig føroysk húsarhald.

Hjá einum miðal húsarhaldi uttan hitapumpu verður árliga elrokningin 1.125 krónur hægri. Tað svarar til slakar 94 krónur um mánaðin.

Hjá einum miðal húsarhaldi við hitapumpu verður árliga meirútreiðslan 2.700 krónur, ella 225 krónur um mánaðin.

Veruliga meirútreiðslan hjá einstaka húsarhaldinum veldst sjálvandi um, hvussu nógvan streym húsarhaldið brúkar.

Stórar broytingar á veg

Samstundis arbeiðir SEV við einari nýggjari prísskipan, sum eftir ætlan skal koma í gildi 1. januar 2028.

Við nýggju skipanini skal elprísurin kunna broytast alt eftir, hvussu streymurin verður framleiddur.

Samstundis er ætlanin at avtaka verandi grøna avslátturin, sum verður latin húsarhaldum við eitt nú hitapumpum og elbilum.

Talan er sostatt um fleiri broytingar komandi árini hjá teimum húsarhaldum, sum hava gjørt íløgur í at leggja um frá fossilum brennievnum til elorku.

Kelda: SEV.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Dunga Jákup verður doyptur í morgin

9 minuttir síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Frá vinartræi til øsku

23 minuttir síðan
Tíðindi

Ongin at bjarga bjargarunum

1 tími síðan
Lesarabrøv

NAKSKOV & FØROYSK KULTURSØGA

1 tími síðan
Tíðindi

Tey fornisku hava nógv at siga okkum

1 tími síðan
Tíðindi

Ulf helst valdur til nýggjan forsætisráðharra mánadagin

1 tími síðan
Tíðindi

Skallaði ein mann á skeinkistaði

2 tímar síðan
Tíðindi

Fýra klipp á Fugla­fjarðar­vegnum og í Kollafirði

2 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

2 tímar síðan
Tíðindi

Ringdi til løgregluna og visti ikki, hvar hann var

3 tímar síðan
Fótbóltur

Baltic Cup: Estland hevur favorittstøðuna móti Føroyum

4 tímar síðan
Tíðindi

Føroyar seta tyrlubjargarar í størri váða

4 tímar síðan