Kemur føroyska bjargingartyrlan í neyð langt til havs, er ongin onnur tyrlumanning á vakt, sum kann fara bjargarunum til hjálpar.
Føroyar hava tvær bjargingartyrlur, men bara eina manning á vakt. Og í longri tíðarskeiðum er bara onnur tyrlan flúgviklár.
Kortini skulu føroysku tyrlubjargararnir sambært tyrlusáttmálanum frá 2015 kunna flúgva 200 fjórðingar til havs, arbeiða í 30 minuttir og flúgva heimaftur, bæði dag og nátt.
Reglur í Íslandi
Í Íslandi hava tey sett serligar trygdarreglur fyri at tryggja, at bjargararnir sjálvir kunnu verða bjargaðir.
Ein íslendsk bjargingartyrla kann ikki fara meira enn 20 fjórðingar úr landi, um ongin onnur fullmannað bjargingartyrla er tøk.
Tá íslendska fiskiskipið Jökull sakk mikukvøldið, var bara ein av teimum trimum íslendsku bjargingartyrlunum flúgviklár.
Lesið eisini: Føroyar seta tyrlubjargarar í størri váða
Øll seks av tyrlumanningini skuldu tí vera samd um at seta trygdarreglurnar til viks, áðrenn tey fóru 60 fjórðingar til havs at bjarga sjómonnunum.
Hetta var greitt brot á trygdarreglurnar. Men í Føroyum hevði hetta bara verið vanligur arbeiðsdagur eftir sáttmálanum.
Føroyingar fara nógv longri
Føroysku tyrlumanningarnar verða javnan boðsendar til skip, sum eru langt uttan fyri markið í íslendsku trygdarreglunum.
Í januar í 2017 bjargaði føroyska bjargingartyrlan øllum tíggju monnunum á garnaskipinum Vesturlandi, sum eldur var komin í umleið 100 fjórðingar vestan fyri Føroyar.
Almennu skrásetingarnar hjá MRCC vísa fleiri nýggjari dømi um sjúkraflutningar av skipum langt til havs.
Í oktober 2023 var boð eftir tyrluni til ein russiskan trolara 230 fjórðingar norðan fyri Føroyar. Í mars í fjør var talan um eitt farmaskip 110 fjórðingar úr Føroyum og í juli í fjør ein russiskan trolara 200 fjórðingar úr Føroyum.
Skipini fáa tó ofta boð um at sigla móti Føroyum, meðan tyrlan er á veg. Frástøðan úr landi, har sjálv bjargingin fer fram, kann tí vera styttri.
Atlantsflog vil ikki gera viðmerkingar
Tyrluovastin hjá Atlantsflogi, Hans Erik Jakobsen, vil ikki gera viðmerkingar til spurningarnar hjá in.fo um trygdina hjá føroysku tyrlumanningunum. Hann vísir til Vørn, MRCC og Fiskimálaráðið.
In.fo hevur biðið um innlit í galdandi operativu trygdarreglurnar.
Enn er ikki greitt, hvørji ítøkilig operativ trygdarkrøv verða sett til føroysku tyrlumanningarnar, tá tær fara langt til havs.
Men ongin føst eykavakt er at taka um endan, um bjargararnir sjálvir koma í neyð.