Tað hevði bjargað nógvum fólkum undan at verða sjúk

Læknar stúra fyri, at influensa fer at raka hart í vetur og alt bendir á, at eisini smábørn skulu koppsetast fyri influensu – men tað verður ikki við eini sproytu

Nú stendur influensa fyri durum og Lars Møller, landslækni, sigur, at vandi er fyri, at hon fer at raka serliga meint í ár.

 

Korona hevur nú herjað í hálvtannað ár – men eitt úrslit av tí er, at hesa tíðina eru vit sloppin undan nógvum øðrum sjúkum, tí vit hava hildið frástøðu og hava vaska okkum og spritta okkum um hendurnar.

 

Ein sjúka, sum vit eru sloppin undan hetta hálvtannað árið, er influensa. Men læknarnir siga, at nettupp tí, at influensa ikki hevur gingið hetta seinasta hálvtannað árið, er okkara immunverja viknað. Og tí er vandi fyri, at influensan fer at raka serliga meint í vetur.

 

Í Danmark plagdu myndugleikarnir bíleggja eina millión skamtar av koppingarevni fyri influensa, men í ár hava teir, av trygdarávum, bílagt meiri enn tvær ferðir so nógvar skamtar, ella 2,5 milliónir skamtar.

 

Men danir hava eisini gjørt av, at fyri fyrstu ferð kunnu smábørn ímillum tvey og seks ár eisini verða koppsett fyri influensu. Tað er kortini ikki við eini sproytu, men við einum pístri í nøsina, og tað er ikki so ógvusligt fyri tey.

 

Í Føroyum er tað ikki endaliga greitt, um tey tvey til seks ára gomlu eisini skulu koppsetast, men í løtuni verður arbeitt við einum tilmæli til landsstýrismannin í heilsumálum at taka støðu til.

 

Men Lars Møller sigur, at sum heild mæla læknar til, at børnini eisini verða koppsett fyri influensu, so hann væntar, at tað eisini verður gongdin í Føroyum.

 

Hann sigur, at royndir vísa, at verða børnini koppsett fyri influensu, minkar smittuspjaðingin 50 prosent, tí so verður forðað fyri, at børnini verða smittað í barnagørðum og á spæliplássum og draga smittuna heim og smitta restina av familjuni. Sostatt bjargar tað heilt nógvu undan at fáa influensu.

 

So tað er ikki bara fyri at verja børnini, at tey verða koppsett, tað er eisini av stórum, samfelagsligum áhuga, sigur Landslæknin.

 

Sum skilst verður tað ikki so leingi til Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fær eitt tilmæli um, hvussu farast skal fram í Føroyum. Skulu tey tvey til seks ára gomlu eisini koppsetast fyri influensu, skal kunngerðin um koppseting broytast, men tað hevur lítið upp á seg og er skjótt avgreitt.

 

Sum skilst verður koppingarevnið fyri influensa klárt mitt í næsta mánað.

 

Um eina løtu hava vit meiri um sama evni, tí landslæknin sigur, at summi kunnu verða fýra ferðir so sjúk, sum vanligt,  so nú er fyri Guds skyld at lata seg koppseta, sum hann tekur til