Talv: Havnin økir

Tíðindaskriv: Havnar Telvingarfelag við stórmeistaranum Helga Dam Ziska á odda styrkti oddastøðu sína um vikuskiftið.

Eitt stig var á muni millum kappingarneytarnar Havnina og Sandavág fyri dystirnar í áttanda umfari sunnudagin - nú eru havnarmenn tvey stig fremri.

 

 

 

Tvey umfør eru nú eftir í landskappingini í talvi, og hóast havnarliðið hevur munin, er stríðið um FM-heitið framvegis ógvuliga spennandi. Avgerðin fellur væntandi í innanhýsis dysti á síðsta leikdegi.

 

 

 

Oddaliðini telvaðu bæði í Sandavági, har havnarmenn og klaksvíkingar vitjaðu. Havnarmenn gjørdu bart móti øðrum liði hjá vágamonnum og vunnu 4-0. Martin Poulsen sást aftur á havnarliðnum sunnudagin. Hann loysti av Luitjen Akselsson Apol.

 

 

 

FM-manningin hjá Sandavágs Talvfelag vann 3-1 á fyrsta liði hjá Klaksvíkar Talvfelag. Ólavur Simonsen og Rani Nolsøe fingu javnt á klaksvíksliðnum á ávikavist 1.- og 4. borði.

 

 

 

Í Klaksvík telvaðu B-liðini hjá Klaksvík og Havnini. Klaksvíkingar vunnu 3-1. Ósigurin ber í sær, at B-lið havnarmanna er komið í veruligan niðurflytingarvanda.

 

 

 

 

 

 

 

1. deild - 8. umfar (11. februar)

 

 

 

Sandavágur (2) - Havnin (1)

 

Torkil Nielsen - Helgi Dam Ziska 0 - 1

 

Jón Atlason - Martin Poulsen 0 - 1

 

Ingi Wiberg - Carl Eli Samuelsen 0 - 1

 

Johnny Petersen - Sjúrður Thorsteinsson 0 - 1

 

 

 

Sandavágur (1) - Klaksvík (1) 3 - 1

 

Rógvi Egilstoft - Ólavur Simonsen ½ - ½

 

Høgni Egilstoft Nielsen - Terji Petersen 1 - 0

 

Silas Eyðsteinsson - Rani Baldursson 1 - 0

 

Jón í Horni Nielsen - Rani Nolsøe ½ - ½

 

 

 

Klaksvík (2) - Havnin (2) 3 - 1

 

Haldur S. Johansen - Herluf Hansen ½ - ½

 

Wille Olsen - Suni Merkistein ½ - ½

 

Heðin Gregersen - Andrias Ziska 1 - 0

 

Finnbjørn Vang - Jóannes Guttesen 1 - 0

 

 

 

Støðan í 1. deild (eftir 8 umfør)

 

Havnin 27 stig

 

Sandavágur 25

 

Klaksvík 15½

 

Sandavágur (2) 11

 

Klaksvík (2) 10

 

Havnin (2) 7½

 

 

 

 

 

Hinar deildirnar

 

 

 

Um hinar deildirnar er stutt at siga, at kollfirðingar stevna framvegis móti uppflyting úr 2. deild upp í 1. deild, tó at teir taptu sunnudagin. Styrkismunurin á fremstu og næstfremstu deildini er lutfalsliga stórur. Tí ræður um hjá tí liði, sum flytur upp, at styrkja seg komandi kappingarár, ætla teir at verða hangnandi í bestu deildini.

 

 

 

Í 3. deild eru toftamenn í flokki fyri seg og flyta upp. Í hinum endanum liggja vestmenningar í tungum sjógvi, men við einum góðum spurti, kunnu teir bjarga sær undan niðurflyting.

 

 

 

Í 4. deild er Havnin fremst, og um unglingadeildina er at siga, at hugaligt er at síggja, hvussu jøvn øll liðini í veruleikanum eru.

 

 

 

 

 

2. deild (8. umfar)

 

Kollafjørður - Klaksvík (3) 1½ -2½

 

Kollafjørður (2) - Havnin (3) 1 - 3

 

Kongshavn - Havnin (4) 2 - 2

 

 

 

Støðan (2. deild):

 

Kollafjørður 20 stig

 

Kongshavn 16½

 

Havnin 16

 

Klaksvík 15½

 

Havnin 14½

 

Kollafjørður 13½

 

 

 

 

 

3. deild (8. umfar)

 

Vestmanna - Sandavágur 2 - 2

 

Toftir - Rókur 3½ - ½

 

Sandavágur - Gøta ½ - 3½

 

 

 

Støðan (3. deild):

 

Toftir 25½

 

Sandavágur 17

 

Rókur 15½

 

Gøta 14½

 

Sandavágur 12½

 

Vestmanna 11

 

 

 

 

 

4. deild (støðan)

 

Havnin 24 stig

 

Klaksvík 20

 

Klaksvík 19½

 

Strendur 19½

 

Sandavágur 12

 

Suðuroy 10

 

Toftir 10

 

Rókur 9½

 

Gøta 5½

 

Kongshavn 2

 

 

 

 

 

Unglingar (støðan)

 

Gøta 12 stig

 

Havnin 11½

 

Havnin 11

 

Klaksvík 10½

 

Sandavágur 10

 

Strendur 9½

 

Rókur 8½

 

Gøta 8

 

Toftir 7

 

 

 

 

 

Tvey umfør eru nú eftir í landskappingini. Telvað verður aftur um tvær vikur, og so endar kappingin tvær vikur eftir tað.

 

 

 

Í 1. deild er skráin fyri tað, sum eftir er av kappingini henda:

 

 

 

9. umfar (25. februar)

 

Havnin (1) - Klaksvík (1)

 

Klaksvík (2) - Sandavágur (1)

 

Havnin (2) - Sandavágur (2)

 

 

 

10. umfar (9. mars)

 

Sandavágur (1) - Havnin (1)

 

Klaksvík (1) - Havnin (2)

 

Sandavágur (2) - Klaksvík (2)

 

 

 

(Innsent tíðindaskriv)