info
Ongi úrslit
- Vit skulu brúka pengar til at stuðla einari endurreisn av Ukraina og stuðla Ukraina, soleiðis at landið eisini hevur eina vejru eftir kríggið, sigur norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre

Støre: - Trump var ikki óður

– Tað var ikki soleiðis, eg hoyrdi hann. Hann sigur jú, at hetta er ræðuligt, og at nógv fólk verða dripin. Nú má ein endi fáast á krígnum, so peningurin kann brúkast til okkurt annað

Vilmund Jacobsen
20. november 2026 kl. 13:13

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, vísir aftur tíðindum um, at Donald Trump var illur við evropeiskar leiðarar í eini telefonsamrøðu hósdagin.

Hósdagin hittust Vladimir Putin og Donald Trump í Kina.

Fleiri altjóða miðlar hava síðan borið tíðindi um, at amerikanski forsetin eftir fundin ringdi til tey evropeisku londini í samgonguni av londum, sum stuðla Ukraina, har eitt nú Noreg eisini er við.

Sambært bretska blaðnum The Telegraph var Trump ikki blíður, og miðilin Politico skrivaði, at Trump skal hava sagt, at milliardirnar, sum verða latnar til Ukraina, eru burturspiltar.

Men hesum vísir norski forsætisráðharrin aftur í samrøðu við norska TV 2 í dag.

– Nei, als ikki. Tann, sum skrivaði hetta, var jú ikki til staðar á fundinum. Talan var meira um ein sera eldhugaðan Trump, soleiðis sum vit av og á hoyra hann, har hann tosar nógv um seg sjálvan og tað, sum hann er upptikin av at fáa framt.

Tað sigur Jonas Gahr Støre við TV2.no.

Hann vísir eisini aftur pástandinum hjá Politico um, at Trump kallaði stuðulin til Ukraina fyri burturspiltan.

– Tað var ikki soleiðis, eg hoyrdi hann. Hann sigur jú, at hetta er ræðuligt, og at nógv fólk verða dripin. Nú má ein endi fáast á krígnum, so peningurin kann brúkast til okkurt annað.

Støre heldur, at hetta er eitt gott poeng, sum hann tekur til.

- Eg haldi, at vit skulu brúka pengar til at stuðla einari endurreisn av Ukraina og stuðla Ukraina, soleiðis at landið eisini hevur eina verju eftir kríggið, sigur norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, við TV2.no

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

Í gjár kl. 18:14

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Jóhannis Joensen luttikið á ST fundum í USA

8 minuttir síðan
Tíðindi

Jarðarferðin hjá Haraldi kongi kostaði 195 milliónir krónur

53 minuttir síðan
Tíðindi

Fíggjarætlanin samtykt einmælt – uppskot um skattalækking fall

1 tími síðan
Tíðindi

Seyðahundakapping í Vágadali

1 tími síðan
Tíðindi

Fleiri sløg av mjøli aftur­kall­að – kanna pos­ar­nar heima

2 tímar síðan
Tíðindi

Herða eftirlitið við sosialari dumping í Føroyum

3 tímar síðan
Tíðindi

Pólland: – Enn ein russisk provokatión

3 tímar síðan
Tíðindi

Hava stovnað Lungnafelag Føroya

3 tímar síðan
Tíðindi

Myndir: Trý fólk dripin í russiskum álopi á Kyiv

3 tímar síðan
Lesarabrøv

At gera tað sama umaftur og umaftur, og væntað eitt annað úrslit, er ørskapur

3 tímar síðan
Tíðindi

Verkfall hjá flog­skip­ar­um á Ice­land­air út­sett til 10. desember

4 tímar síðan
Fótbóltur

Føroyar møta Georgia í dystunum um uppflyting í Nations League

4 tímar síðan