info
Ongi úrslit

Jóhannis Joensen luttikið á ST fundum í USA

Í døgunum 27. oktober til 12. november 2026 luttók Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, á altjóða fundum hjá Sameindu Tjóðum í Washington og New York í USA, vegna Løgtingið

Nanný J. Toftegaard
20. november 2026 kl. 15:15

Endamálið við ferðini var at fáa innlit í altjóða politisk viðurskifti og arbeiðið hjá ST. Jóhannis Joensen luttók í ferðini sum partur av eini størri danskari sendinevnd eins og grønlendingar. Á heimasíðu Løgtingsins greiðir Jóhannis Joensen soleiðis frá ferðini og teimum evnum, sum vóru á skránni:

Frá Washington til ST í New York

Eftir fleiri dagar við fundum við politiskar bólkar, politikarar og sendifólk í Washington gekk leiðin víðari til New York.
Á Manhattan, við East River og við útsýni yvir Brooklyn, liggur høvuðssætið hjá ST.

Her hittast 193 limalond við tí endamáli at viðgera og finna semjur um altjóða mál. Arbeiðið fevnir millum annað um at skapa ein tryggari heim, verja mannarættindi og finna felags loysnir á teimum avbjóðingum, sum heimsins lond standa yvir fyri.

Vit høvdu dagligar fundir við umboð fyri ymiskar partar av ST skipanini. Her viðgjørdu vit eina røð av týdningarmiklum evnum, eitt nú trygdar- og verjuspurningar, mannarættindi og barnarættindi.

Harumframt varð nógv tosað um fíggjarligu avbjóðingarnar hjá ST. Felagsskapurin hevur stórar uppgávur, men fíggingin er ein avbjóðing, sum kann ávirka virksemið hjá felagsskapinum.

Trygdarráðið og avgerandi altjóða mál

Eitt av hæddarpunktunum á ferðini var, at vit sluppu at fylgja við í eini málsviðgerð í ST – trygdarráðnum. Vit vóru eisini til eina veto-viðgerð, har Russland nýtti sín veto-rætt í einum máli um Vestursahara og framhaldandi nærveru av ST-herliðum í økinum.

Hetta gav eitt serligt innlit í, hvussu avgerðir verða viðgjørdar á hægsta altjóða stigi, og hvussu stóran týdning politisku áhugamálini hjá einstøku stórveldunum hava fyri arbeiðið í ST.

Politikkur, val og amerikanskt samfelagslív

Júst hetta tíðarskeiðið, eg luttók á ST–fundum, var eisini miðval í USA. Tí fekk eg eitt áhugavert innlit í mannagongdina uppundir valið og fekk at vita, hvat og hví amerikanarar skipa samfelagið soleiðis, sum tey gera.

Tað var áhugavert at fylgja við kjakunum ímillum partarnar. Fyri at luttaka í einum vali skulu amerikanarar skráseta seg sum veljarar. Tað er tó verri enn so øll, sum gera tað. Og luttøkan er eisini hareftir.

Valúrslitið vísti eina stóra framgongd hjá demokratunum. Orsakirnar til valúrslitið vóru fleiri. Millum tær vóru høga kostnaðarstøðið, kríggið móti Iran, ákærur um korruptión í politisku skipanini og ein vaksandi ónøgd við Donald Trump, forseta. Hetta vóru viðurskifti, sum settu sín dám á politiska kjakið og valstríðið. 

Samanumtikið var talan um ein sera áhugaverdan og læruríkan túr. Slík luttøka gevur okkum eitt heilt annað innlit í altjóða politisk viðurskifti og tær avbjóðingar, sum heimurin stendur fyri. Samstundis gevur luttøkan okkum møguleika at fylgja við í arbeiðinum hjá ST og at fáa eina betri fatan av teimum politisku avgerðunum, sum eisini kunnu fáa týdning fyri Føroyar.

Tí haldi eg, at tað er skilagott, at vit halda fram við at senda umboð úr Løgtinginum at luttaka saman við grønlendsku og donsku sendinevndunum.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

Í gjár kl. 18:14

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Jarðarferðin hjá Haraldi kongi kostaði 195 milliónir krónur

53 minuttir síðan
Tíðindi

Fíggjarætlanin samtykt einmælt – uppskot um skattalækking fall

1 tími síðan
Tíðindi

Seyðahundakapping í Vágadali

1 tími síðan
Tíðindi

Støre: - Trump var ikki óður

2 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri sløg av mjøli aftur­kall­að – kanna pos­ar­nar heima

2 tímar síðan
Tíðindi

Herða eftirlitið við sosialari dumping í Føroyum

3 tímar síðan
Tíðindi

Pólland: – Enn ein russisk provokatión

3 tímar síðan
Tíðindi

Hava stovnað Lungnafelag Føroya

3 tímar síðan
Tíðindi

Myndir: Trý fólk dripin í russiskum álopi á Kyiv

3 tímar síðan
Lesarabrøv

At gera tað sama umaftur og umaftur, og væntað eitt annað úrslit, er ørskapur

3 tímar síðan
Tíðindi

Verkfall hjá flog­skip­ar­um á Ice­land­air út­sett til 10. desember

4 tímar síðan
Fótbóltur

Føroyar møta Georgia í dystunum um uppflyting í Nations League

4 tímar síðan