Seyðahundasamband Føroya skrivar, at kappingarøkið, verður í garðinum hjá Eyðanstovu bóndanum uppi í Vágadali, har umstøðurnar eru sera góðar til kappingar í øllum trimum klassunum. Tað eru 18 hundar tilmeldaðir í klassa 3, og tí er lagt upp til eina spennandi kapping, har væntast kann, at kappingin verður hørð og jøvn millum hundarnar. Ì klassa 2 eru 5 luttakarar og klassa 1, 4. Onkur nýggjur hunndur verður og spennandi verður hvussu fer at roynast. Vága Seyðahundafelag hevur skaffa dómarar uttanlanda frá, til kappingina. Talan er um Llion Harris úr Wales, ið er seyðabóndi við 500 seyðum. Hann byrjaði at venja hund sum 11 ára gamal og hevur luttikið í kappingum síðani hann var 14 ára gamal. Llion hevur umboða Wales á landsliðum fleiri ferðir. Ein tann mest kendi hundurin er Prestli Jock, ið hann hevur vunnið nógvar kappingar við. Veðurforsøgnin fyri leygardagin og sunnudagin sær góð út, og Vága Seyðahundafelag bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum til Sandavágs at fylgja við kappingini. Tiltakið er ókeypis. Vága Seyðahundafelag bjóðar kaffi, te og okkurt gott aftur við og høvi verður eisini til eitt gott prát og hugnaliga samveru. Øll eru hjartaliga vælkomin. Kom ein túr til Sandavágs, um ikki annað so til eitt gott prát um seyðahundar.
Seyðahundakapping í Vágadali Seyðahundakapping í Vágadali
Leygardagin verður seyðahundakappingin í Sandavági. Vága Seyðahundafelag er vertur fyri kappingina, ið verður hildin í Sandavági.
Nanný J. Toftegaard
20. november 2026 kl. 13:30
Mest lisið hesa vikuna
Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum
13. november kl. 22:59
Landsstýrið blacklistar 16 bygdir og býir í Føroyum
18. november kl. 10:11
Eldur í á skipasmiðjuni á Skála
Í gjár kl. 18:14
Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan
18. november kl. 14:27
Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður
14. november kl. 17:37
Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar
15. november kl. 17:35
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Jóhannis Joensen luttikið á ST fundum í USA
8 minuttir síðan
Tíðindi
Jarðarferðin hjá Haraldi kongi kostaði 195 milliónir krónur
53 minuttir síðan
Tíðindi
Fíggjarætlanin samtykt einmælt – uppskot um skattalækking fall
1 tími síðan
Tíðindi
Støre: - Trump var ikki óður
2 tímar síðan
Tíðindi
Fleiri sløg av mjøli afturkallað – kanna posarnar heima
2 tímar síðan
Tíðindi
Herða eftirlitið við sosialari dumping í Føroyum
3 tímar síðan
Tíðindi
Pólland: – Enn ein russisk provokatión
3 tímar síðan
Tíðindi
Hava stovnað Lungnafelag Føroya
3 tímar síðan
Tíðindi
Myndir: Trý fólk dripin í russiskum álopi á Kyiv
3 tímar síðan
Lesarabrøv
At gera tað sama umaftur og umaftur, og væntað eitt annað úrslit, er ørskapur
3 tímar síðan
Tíðindi
Verkfall hjá flogskiparum á Icelandair útsett til 10. desember
4 tímar síðan
Fótbóltur
Føroyar møta Georgia í dystunum um uppflyting í Nations League
4 tímar síðan