info
Ongi úrslit

Kappingarráðið steðg­ar keypi­num hjá Borg av Sanda­vágs Timburhandli

Kappingarráðið metir, at yvirtøkan kann vikna um kappingina á marknaðunum fyri byggitilfar og amboð og økja um vandan fyri hægri prísum

Eirikur Lindenskov
20. november 2026 kl. 18:09

Yvirtøkan kann munandi forða fyri virknari kapping á marknaðunum fyri byggitilfar og fyri amboðssølu til endabrúkarar og smærri byggifyritøkur, staðfestir Kappingarráðið.

Kappingarráðið hevur 16. november 2026 avgjørt at forbjóða ætlaðu yvirtøkuna hjá Borg-samtakinum av P/f Sandavágs Timburhandli, sbrt. § 15, stk. 2, í kappingarlógini. Rættarvirknaðurin er, at yvirtøkan ikki kann fremjast.

Avgerðin hjá Kappingarráðnum er grundað á, at ætlaða yvirtøkan hevði ført til eina munandi miðsavning á marknaðum, sum frammanundan eru eyðkendir av fáum veitarum og avmarkaðum kappingarligum trýsti. Kanningarnar hjá Kappingareftirlitinum vísa, at P/f Borg og P/f Sandavágs Timburhandil eru tættir kappingarneytar, og at ætlaða samanleggingin tískil gav fyritøkunum á marknaðunum økta búskaparliga eggjan til at hækka prísirnar.

Harumframt byggir avgerðin hjá Kappingarráðnum á, at ætlaða yvirtøkan hevði økt um vandan fyri samskipan á marknaðinum fyri sølu av byggitilfari til smærri byggifyritøkur og endabrúkarar. Eftir ætlaðu samanleggingina hevði marknaðurin verið býttur millum tveir stórar veitarar, sum eru sera eins í stødd og bygnaði, og sum báðir eru limir í donskum byggiketum.

Kappingarráðið metir ikki, at keyparamakt, atgongd til marknaðin ella teir virknisfyrimunir, sum luttakandi fyritøkurnar hava víst á, í nøktandi mun kunnu viga upp ímóti teimum kappingarligu ivamálunum, sum ætlaða samanleggingin inniber. Kundarnir á teimum viðkomandi marknaðunum, har ivamál eru um kappingina, eru serliga smærri byggifyritøkur og endabrúkarar, sum hava avmarkaða keyparamakt og avmarkaðar møguleikar at umleggja sítt innkeyp til beinleiðis innflutning. Harumframt er atgongdin til marknaðin fyri byggitilfar treytað av munandi íløgum í sølustað, goymslu og kapitalbinding.

Avgerðin kann lesast her

Næstu stigini. Luttakandi fyritøkurnar hava nú møguleika at kæra avgerðina hjá Kappingaráðnum til Føroya Kærustovn. Kæran skal verða latin inn innan 4 vikur frá tí, at avgerðin er kunngjørd tí, sum hon viðvíkur.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Spyr um meira fjararbeiði hjá landinum

1 tími síðan
Tíðindi

Kommunan keypir lonirnar í Hoydølum fyri 1.577.000 krónur

2 tímar síðan
Tíðindi

Sera hált í Vestmanna

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgtingið steing­ir Ting­hús­veg­in til 5. januar

2 tímar síðan
Tíðindi

Sáttmáli undirskrivaður um útbygging á Grótrætt

2 tímar síðan
Tíðindi

Jóhannis Joensen luttikið á ST fundum í USA

3 tímar síðan
Tíðindi

Jarðarferðin hjá Haraldi kongi kostaði 195 milliónir krónur

4 tímar síðan
Tíðindi

Fíggjarætlanin samtykt einmælt – uppskot um skattalækking fall

4 tímar síðan
Tíðindi

Seyðahundakapping í Vágadali

5 tímar síðan
Tíðindi

Støre: - Trump var ikki óður

5 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri sløg av mjøli aftur­kall­að – kanna pos­ar­nar heima

5 tímar síðan
Tíðindi

Herða eftirlitið við sosialari dumping í Føroyum

6 tímar síðan