Parturin av Tinghúsvegnum frá innkoyringini til Havnar Klubba niðan til Sverrisgøtu verður framvegis stongdur fyri allari ferðslu fram til 5. januar 2027. Tað boðar Tórshavnar kommuna frá.
Teinurin hevur verið stongdur síðani 5. oktober, meðan umsitingarbygningurin hjá Løgtinginum verður umvældur. Ætlanin var at lata vegin upp aftur í dag, 20. november, klokkan 16. Nú arbeiðið dregur út, verður stongsulin longdur í góðar seks vikur.
Frá í morgin, leygardegnum 21. november, verður aftur loyvt at parkera í Sverrisgøtu millum Tórsgøtu og Niels Finsens gøtu. Koyrandi er úr Tórsgøtu niðan eftir Sverrisgøtu til Tinghúsvegin og haðani víðari niðan til Bøkjarabrekku.
Arbeitt verður við útvegginum á umsitingarbygninginum hjá Løgtinginum. Umvælingin dregur út, og tí verður vegurin framvið stongdur inn í nýggja árið.