Tórshavnar býráð samtykti einmælt at keypa lonirnar í Hoydølum frá landinum fyri 1.577.000 krónur. Pengarnir verða tiknir av játtanini til høvuðsumvæling og dagføring av Hoyvíkar skúla.
Kommunan og táverandi Barna- og útbúgvingarmálaráðið gjørdu í desember í fjør eina treytaða keypsavtalu. Treytin var, at lonirnar kundu standa í Hoydølum til 31. desember 2028. Náttúrufriðingarnevndin gav loyvi í februar, og Yvirfriðingarnevndin staðfesti avgerðina í apríl. Við samtyktini hóskvøldið staðfesti býráðið keypið.