Hetta upplýsti stjórin fyri donsku fregnartænastuna (PET), Rasmus Kieffer-Kristensen, á tíðindafundi í dag.
Sambært PET er eingin ivi um, at russiska fregnartænastan stóð aftanfyri morðætlanina móti rapparanum, Kyivstoner.
Kyivstoner er listanavnið hjá 34 ára gamla ukrainska rapparanum, bloggaranum og sjónleikaranum Albert Viktorovich Vasiliev.
Ætlanin miseydnaðist, tí løgreglan handtók mennirnar stutt fyri konsertina í Charlottenlund tann 25. september.
Báðir menninir eru skuldsettir í málinum, men teir nokta seg sekar.
Sum avleiðing av málinum hevur danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, boðað frá, at Danmark útvísir russiska verjuattachéin í landinum.
Ein verjuattaché er eitt hernaðarligt embætisfólk, sum arbeiðir á einari sendistovu í einum øðrum landi, og talan er oftast um ein høgtstandandi heryvirmann.
Russiski sendiharrin í Danmark er eisini kallaður til samrøðu, eins og Danmark fer at herða reglurnar fyri visum til russiskar ríkisborgarar.