Norski staturin hevði útreiðslur á 279,3 milliónir norskar krónur í sambandi við jarðarferðina hjá Haraldi kongi. Tað svarar til umleið 195 milliónir danskar krónur.
Tað upplýsir norska stjórnin sambært tíðindastovuni NTB.
Stóru trygdarkrøvini vóru við til at økja um útreiðslurnar. Norska løgreglan og trygdartænastan hjá løgregluni, PST, høvdu samanlagt eykaútreiðslur, sum svara til umleið 86 milliónir danskar krónur. Norska verjan og uttanríkisráðið høvdu eisini stórar útreiðslur.
Haraldur kongur doyði 28. august, 89 ára gamal. Fleiri stór tiltøk vóru í døgunum fram til jarðarferðina 9. september.
Umboð úr 87 londum vóru við, teirra millum 17 forsetar og 42 limir í útlendskum kongshúsum. Umleið 860 gestir vóru til sjálva jarðarferðina í Oslo dómkirkju.
Uppgerðin er fyribils, tí nakrir rokningar eru eftir at koma.
Ritzau/NTB