Birgir Nielsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, skeyt upp at lækka kommunuskattin 0,25 prosentstig. Lækkingin hevði sambært uppskotinum minkað inntøkurnar við 16 milliónum krónum. Hann skeyt upp at fíggja lækkingina við at taka pengarnar av játtanini til íløgur í orkuátøk.
Birgir Nielsen,býráðslimur fyri Fólkaflokkin, vildi lækka kommunuskattin 0,25 prosentstig, men uppskotið vann ikki frama – tað fekk bara tær báðar atkvøðurnar frá Fólkaflokkinum
Birgir Nielsen og Høgni Vilhelmsen atkvøddu fyri. Átta atkvøddu ímóti, og tríggir atkvøddu blankt. Síðani samtyktu allir 13 býráðslimirnir fíggjarætlanina. Við fyrstu viðgerð í oktober varð hon samtykt við sjey atkvøðum fyri og seks ímóti.
Í uppskotinum til aðru viðgerð vóru inntøkurnar mettar 15 milliónir krónur hægri enn í uppskotinum til fyrstu viðgerð. Eftir rentur og avdráttir eru umleið 307 milliónir krónur tøkar til skattafíggjaðar íløgur.