info
Ongi úrslit

Tjóðveldi hevur ítøkiligar loysnir til sperdar barnafamiljur

Ein bráðfeingis hjálp upp til 3000 krónur um mánaðin í mun til barnatalið og lægri MVG og onnur avgjøld á gerandisvørum eru viðurskifti, sum Tjóðveldi vil fremja fyri at hjálpa sperdum barnafamiljum.

Eirikur Lindenskov
20. november 2022 kl. 19:46

– Í valskránni hjá Tjóðveldi hava vit eina røð av ítøkiligum loysnum um, hvussu politikkur fyri fólk í gerandisdegnum skal fremjast – og ikki minst fyri sperdar barnafamiljur.

Tað skrivar Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis í svari til in.fo, sum hevur givið øllum floksforfólkum í sama spurning:

»Hvussu vil tín flokkur hjálpa sperdum barnafamiljum eftir valið?«

Høgni Hoydal greiðir soleiðis frá:

– Inflasjónin og tann økti livikostnaðurin rakar sera hart hjá tí breiðu fjøldini, og samstundis verður ójavnin í samfelagnum upp aftur størri. Har tey, sum frammanundan hava trupult við at fáa gerandisdagin at hanga saman og at gjalda fyri ella útvega sær bústað, verða harðast rakt.

Vit kunnu sláa fast, at í fjør rindaðu tær størstu fyritøkurnar í Føroyum 1,8 milliard út í vinningsbýti til eigararnar – og tá eru peningastovnarnir ikki taldir uppí. Tað er sjálvandi gott, at tað gongur væl í fleiri vinnum, og at tær hava yvirskot. Men her er ikki talan um yvirskot og vinning, men beinleiðis vinningsbýti til eigararnar, har eisini stórur partur fer av landinum. Og hetta hendir samstundis sum vanligir løntakarar hava undirskot og landskassin hevur undirskot.

Tey flestu munnu vera samd um, at hetta gongur jú ikki. Hetta er eisini ein avleiðing av, at vit hava havt eitt fámannastýri í Føroyum og ikki eitt fólkastýri. Tjóðveldi vil venda hesi gongd, og tað snýr valið seg í størstan mun um.

Tjóðveldi býtir okkara loysnir og politikk upp í bráðfeingis átøk, sum mugu fremjast beinanvegin at standa ímóti tí økta livikostnaðinum. Og so tær loysnir og tann politikk, sum kann venda gongdini og betra livikorini hjá tí breiðu fjøldini í Føroyum.

 

Hjálparpakki til vanlig fólk

Longu tá ið syndarliga kríggið í Ukraina brast á, skutu vit upp at gera ein hjálparpakka til vanlig fólk. Tey uppskotini hava vit fyrireikað og havt fundir við fakfeløgini um. Vit kunnu nevna nøkur teirra:

- Familjuískoytið skal broytast, soleiðis at fleiri av teimum mest sperdu barnafamiljunum, støkum uppihaldarum, kunnu fáa bráðfeingis hjálp upp til 3000 kr. um mánaðin í mun til barnatalið.

(Uppskotið liggur tinginum og kann lesast her: Mál (logting.fo)

- Ein stuðul til økta kostnaðin av at hita húsini uttan mun til, um tú leigar ella eigur.

- At lesandi og lærlingar við børnum fáa øktan stuðul.

- Ein skattalætti, sum er markaður til tey lág- og miðalløntu.

- At sjúkradagpeningaskipanin hjá tímaløntum, sum bert er 80% av eini arbeiðaraløn, skal hækkast.

- At brennistuðulin til pensjónistar og fyritíðarpensjónistar verður hækkaður.

- At MVG og onnur avgjøld á gerandisvørum kunnu lækkast.

Hetta er tó treytað av, at vit ikki bara økja um kostnaðarstøðið og inflasjónina, har alt verður etið upp av hægri prísum og vinningi. Tí hava vit skotið upp, at vit skulu hava eitt príseftirlit aftur at virka. Og at vit skulu hava heimild til at krevja ein tíðaravmarkaðan vinningsstøðg hjá eitt nú oljufeløgunum, so tey halda vinningunum og prísunum niðri.

 

Bústaðarmál, vælferðarstørvini, arbeiðstíð, barsil, normeringar í skúla og dagsstovnum og annað

Harumframt eru livikorini og trivnaðurin hjá barnafamiljum partur av valskránni í so mongum málum.

Til dømis í bústaðarmálum, har vit skulu útvega fleiri og bíligari bústaðir til vanlig fólk. Við eitt nú at loyva kommunum at byggja almannagagnligar íbúðir, fáa Bústaðir at virka aftur og at útvega lutaíbúðir, sum fólk sjálv eiga og fáa virðið av.

- Við at gera barsilsskipanina smidligari, har barnafamiljur sjálv kunnu leggja til rættis og leingja barsilstíðina. (Uppskot finst her: Mál (logting.fo)

- Við at stytta arbeiðsvikuna og lyfta lønirnar í vælferðarstørvunum og útbúgva fleiri. (Uppskot finst her: Mál (logting.fo))

- Við at áseta minimunsnormeringar í skúla og á dagsstovnum.

- Við at byggja lestrar- og lærlingaíbúðir. (Uppskot finst her: Mál (logting.fo))

Og mangt annað, sum verður at lesa í valskránni.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

Í gjár kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nuuk: Bæði funnin deyð

51 minuttir síðan
Tíðindi

Aleksandar Vučić leggur frá sær

1 tími síðan
Tíðindi

Týdn­ing­ar­mikl­ir før­leik­ar í før­oyska sam­felagnum

1 tími síðan
Fótbóltur

Nations League: Átta dystir vóru leiktir í dag

1 tími síðan
Tíðindi

Málmansbrølari kostaði Noregi móti Portugal

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Ein stór løta at fáa debut á landsliðnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Dronuálop rakti sjónvarpsstøð í Tigray

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis tapti Moldova fyri Slovakia

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggju el­rusk­bil­ar­nir fara til verka í vikuni

4 tímar síðan
Tíðindi

WorldSkills í Shanghai - eitt stig á leiðini

4 tímar síðan
Hondbóltur

Hannover-Burgdorf er nú fjórðfremst í Bundesliguni

4 tímar síðan
Tíðindi

Javnleikur móti Kosovo

5 tímar síðan