info
Ongi úrslit

Føroyingur við í reality-sjónvarpsrøð: – Tað var eitt ævintýr

22 ára gamli Karl Weihe verður við í 8. sesong av donsku "Ex on the Beach". Hyggjarar kunnu vænta drama, spenning og kærleika, sigur hann við in.fo.

Pætur Hjalmar Evensson
26. oktober 2022 kl. 21:34

Føroyski Karl Weihe úr Sandavági verður millum luttakararnar í kendu donsku sjónvarpsrøðini Ex on the Beach. Tað váttar hann fyri in.fo í kvøld.

Men hvussu ber tað til, at hann er við í hesari sending?

– Eg eri við í Ex on the Beach, tí at tað er akkurát eg við massar av energi og sjálvsáliti og einum dreymi um at síggja meg sjálvan í sjónvarpinum. Sosialir miðlar eru blivnir ein stórur partur av verðini, so at blíva størri á har kann ikki skaða, sigur hann.

Ex on the Beach er ein reality-sjónvarpsrøð, har ung støk fólk hittast og flyta inn í eina luksus-villa saman í Grikkalandi. Meðan luttakararnir eru har, hendir alt møguligt stuttligt og óvæntað - har verður í hvussu er ikki spart uppá alkohol og drama. Luttakararnir kunnu til dømis væl vænta, at eks-dama ella eks-sjeikur knappliga møtir upp.

Upptøkurnar eru gjørdar og premieran verður kunngjørd skjótt, fortelur Karl Weihe, sum hevur fingið eitt stórt upplivilsi av at verið við í hesum.

– Tað var eitt ævintýr. Tú hevur einki samband til tí veruligu verðina, tú hevur ikki telefon ella klokkuslett, so tú fyriheldur teg bara til tað, sum er har. Tað vil siga sól og summar í einari luksus villa við ungum frískum singlum og villum ballum, fantastiskt, sigur hann.

Hvat kunnu fólk forvænta?

– Fólk kunnu forvænta eina heilt serliga sæsong av Ex on the Beach við einum brennandi heitum cast, drama, spenningi, kærleika og nøkrum, man aldrin hevur sæð fyrr, sigur hann.

At Karl Weihe verður millum luttakararnar, varð avdúkað í dag. Í einum videobroti verður hann presenteraður, har hann fortelur um seg sjálvan. Hygg eftir tí HER

Til ber annars eisini at fylgja Karl Weihe her á Instagram.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kommunan keyp­ir lendi á Signa­bø fyri 2,6 milliónir

57 minuttir síðan
Tíðindi

Vil hava betri atkomu í Mykinesi

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Varandi heimur - ráðstevna og framsýning

1 tími síðan
Tíðindi

Birting í Gallarí Havnará

1 tími síðan
Tíðindi

Stendur á jøvnum millum Bolsonaro og Lula

1 tími síðan
Tíðindi

Bergur hevur kært borgar­­stjóran til komm­unala eftir­litið

2 tímar síðan
Tíðindi

Fjølmentanarvikan verður sett í Vágum

2 tímar síðan
Tíðindi

Útiøkið á mola­num dýrk­ar 8,2 milliónir

3 tímar síðan
Tíðindi

Gongugøtan verður bilfrí í desember og juli

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Talur og talarar

5 tímar síðan
Tíðindi

Næstan eitt árs avfall eftir 37 tímum

5 tímar síðan
Tíðindi

Putin: - Russland fyrireikar seg ikki til kríggj móti Evropa

5 tímar síðan