info
Ongi úrslit

Vælferðin skal tryggjast – eisini í framtíðini

Hervør Pálsdóttir, valevni fyri Tjóðveldi
22. november 2022 kl. 14:53

Tað er stórt trýst á fleiri av okkara vælferðartænastum vegna starvsfólkatrot og ov vánaligum arbeiðsumstøðum. Vælferðartænasturnar og tey starvsfólkini, ið starvast har, tryggja grundarlagið undir okkara samfelagi og okkara arbeiðsmarknaði. Vit mugu hækka lønirnar og bøta um arbeiðsumstøðurnar. Gera vit ikki tað, so er vælferðin í veruligum vanda.

 

Sambært temafrágreiðing hjá Búskaparráðnum í 2021 fara vit komandi 10 árini at hava tørv á 706 fulltíðar starvsfólkum afturat verandi starvsfólkahópi í eldrarøktini, 188 sjúkrarøktarfrøðingum afturat í sjúkrahúsverkinum, 500 fulltíðar starvsfólkum í almannaverkinum afturat verandi starvsfólkahópi. Samstundis er væntandi, at eini 2-300 av teimum, sum í løtuni starvast í almannaverkinum, fara frá vegna aldur hesi árini.

 

Vit uppliva eisini, at dagstovnar onkuntíð mugu lata aftur, tí at tað ikki er nóg mikið av starvsfólki. Vit megna ikki at halda dagstovnalógina nú, sum ásetur, at starvsfólkabýtið skal vera minst 2/3 námsfrøðingar og í mesta lagi 1/3 av hjálparfólki.

 

Starvsfólkatrotið í kjarnuvælferðini er ein tann størsta avbjóðingin í Føroyum í løtuni. Skulu vit frameftir halda vælferðarsamfelagnum á sama støði og helst á betri støði enn nú, so er tað alneyðugt, at hetta fær høga politiska raðfesting.

 

Í Tjóðveldi vilja vit:

  • gera eina lønarpulju við 50 mió, sum skal nýtast at hækka lægstu lønirnar
  • útbúgva fleiri sjúkrarøktarfrøðingar, námsfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar við at taka fleiri flokkar upp á Setrinum og á Heilsuskúlanum
  • tryggja rættin at arbeiða fulla tíð
  • stytta arbeiðsvikuna

 

Hervør Pálsdóttir,

Valevni fyri Tjóðveldi

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

14 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

27 minuttir síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ og trý stig til HB

50 minuttir síðan
Tíðindi

Landið hóttir við at taka 7 milli­ónir – bý­ráð­ið er kall­að saman

1 tími síðan
Tíðindi

»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak

1 tími síðan
Tíðindi

Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík

2 tímar síðan
Tíðindi

Triðheitasti september í Evropa

2 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria var kosin at vera besti leikarin

3 tímar síðan
Tíðindi

Kallas fegnast um vápnahvíld men ivast í Russlandi

4 tímar síðan
Tíðindi

Bilur rendi á viðfestisvogn á Argjum

4 tímar síðan
Hondbóltur

Bergsøy mátti lúta fyri Berg­en í steypa­kapp­ingini

5 tímar síðan
Tíðindi

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12 tímar síðan
Tíðindi

VIDEO: Andrias fekk reyða kortið

12 tímar síðan