info
Ongi úrslit

Bilur rendi á viðfestisvogn á Argjum

Løgreglan kannar ferðsluóhappið á Argjum í gjárkvøldið, har ein bilur rendi á ein viðfestisvogn.

Eirikur Lindenskov
12. oktober 2026 kl. 07:47

Óhappið hendi beint fyri klokkan 20, tá ein bilur við viðfestisvogni sneiddi til vinstru inn á eitt parkeringsøki.

Ein mótkoyrandi bilførari sá ikki viðfestisvognin og rendi á hann.

Lesið eisini: Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

Løgreglan kannar nú, hvussu ábyrgdin av óhappinum skal býtast. Í tí sambandi verður bæði hugt at bilføraranum, sum sneiddi tvørtur um mótkoyrandi vegbreytina, og bilføraranum, sum rendi á viðfestisvognin, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.Løgreglan fekk í gjárkvøldið eisini fráboðan um ein, sum var stolin í Havn.

Talan var um ein vørubil, sum var tikin á parkeringsplássinum við Tórsbreyt í tíðarbilinum millum fríggjadagin umleið klokkan 15 til sunnukvøldið umleið klokkan 22.

Løgreglan fekk fráboðanina um stuldrin umleið klokkan 22 í gjárkvøldið og fór at leita eftir bilinum.

Bilurin varð eisini eftirlýstur á Facebook. Onkur sá bilin og boðaði løgregluni frá, og bilurin varð síðani funnin aftur í Hoyvík.

Sambært løgregluni er enn ógreitt, hvussu tann, ið tók bilin, fekk fatur á lyklinum.

Mest lisið hesa vikuna

Simme Musikkhús heldur fram

Í gjár kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

10 tímar síðan

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

8 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kallas fegnast um vápnahvíld men ivast í Russlandi

11 minuttir síðan
Hondbóltur

Bergsøy mátti lúta fyri Berg­en í steypa­kapp­ingini

2 tímar síðan
Tíðindi

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

8 tímar síðan
Tíðindi

VIDEO: Andrias fekk reyða kortið

8 tímar síðan
Hondbóltur

Nykøbing Falster tapti í heimadysti í Champions League

9 tímar síðan
Tíðindi

Teir veturgomlu vigaðu millum 110 og 114 pund

9 tímar síðan
Hondbóltur

Skanderborg-Aarhus tapti annan dystin á rað

9 tímar síðan
Tíðindi

Grøn orka loysir seg

10 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Sandnes ULF javnaði til 1-1 í yvirtíðini

10 tímar síðan
Tíðindi

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

10 tímar síðan
Tíðindi

Jóanis hevur funnið dreyma­garð­in í Skúvoy

10 tímar síðan
Tíðindi

Tarira kemur heim við trimum virðislønum

10 tímar síðan