- Arbeitt verður í eina tíð við at hampa nýggja kirkjugarðin í Kvívík, sum varð vígdur í 2020. Ymiskar ábøtur eru gjørdar, og fleiri eru ávegis, og væntandi verður arbeiðið liðugt fyri veturin.
Soleiðis verður sagt í Kvívíkar kommunu.
Víst verður á, at í fjør varð gjørd ein trappa í brattastu brekkuni oman í kirkjugarðin, sum hevur bøtt munandi um atkomuna.
- Eitt nýtt portur er eisini komið og ein gelendari fram við trappuni. Hetta hevur Kaj Heri Joensen gjørt, og kommunan takkar honum fyri sera vakurt og hegnisligt arbeiði.
Í Kvívíkar kommunu verður sagt, at Sp/f Hjálpirót hevur laðað steingarðar, hampa gøturnar og økini kring gravirnar.
- Komandi tíðina verður eisini arbeitt við at javna lendið í niðasta partinum av kirkjugarðinum.
Lagt verður aftrat, at við hesum ábótum verður kirkjugarðurin stigvíst gjørdur meira liðugur, og bæði atkomuviðurskifti og røkt av økinum verða bøtt.
