info
Ongi úrslit

Landið hóttir við at taka 7 milli­ónir – bý­ráð­ið er kall­að saman

Tórshavnar býráð hevur eyka fund í dag klokkan 16.30. Bara eitt mál er á skránni: uppskotið til løgtingslóg um havnargjald, brúgvagjald og vørugjald.

Eirikur Lindenskov
12. oktober 2026 kl. 10:46

Sambært kommununi kann uppskotið kosta Tórshavnar havn umleið sjey milliónir krónur í mistum inntøkum um árið.

Lógaruppskotið varð lagt fyri løgtingið 30. september av landsstýrismanninum í vinnumálum og skal eftir ætlan til viðgerðar í løgtinginum 20. oktober.

Sambært uppskotinum skulu skip hjá Strandfaraskipum Landsins, verjuskip, vaktar- og bjargingarskip og havrannsóknarskip, sum landið eigur, sleppa undan at rinda havnargjald, brúgvagjald og vørugjald til kommunalar havnir. Lógin skal eftir ætlan koma í gildi 1. januar 2027.

Tórshavnar havn og Strandfaraskip Landsins gjørdu í 2005 eina skrivliga avtalu um vøru- og skipagjøld fyri skip í innanlands sigling. Sambært fundarskránni fær Tórshavnar havn í dag umleið sjey milliónir krónur um árið í havna-, brúgva- og vørugjøldum frá Strandfaraskipum Landsins. Verður lógaruppskotið samtykt, missir havnin sostatt hesa inntøkuna.

Kommunan vísir eisini á, at lógaruppskotið ikki hevur verið til hoyringar, og at eingin fráboðan ella kunning er komin til kommununa um málið.

Í fundarskjølunum verður harumframt víst á, at eitt nærum einsljóðandi uppskot varð lagt fram í 2009 av sama landsstýrismanni, tá sum fiskimálaráðharra. Tá snúði uppskotið seg tó bara um havnargjøld. Sambært uppriti frá táverandi Innlendismálaráðnum vóru álvarsligir løgfrøðiligir trupulleikar við uppskotinum, og tað kundi verða mett sum ognartøka eftir grundlógini. Uppskotið varð tá tikið aftur áðrenn fyrstu viðgerð í løgtinginum.

Havnanevndin viðgjørdi málið fyrr í dag og tók undir við tilmælinum frá stjóranum í Tórshavnar havn um at senda málið víðari til býráðið.

Eyka býráðsfundurin byrjar klokkan 16.30 í býráðssalinum.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

10 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

Í gjár kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

13 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak

51 minuttir síðan
Tíðindi

Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík

53 minuttir síðan
Tíðindi

Triðheitasti september í Evropa

1 tími síðan
Hondbóltur

Inga Maria var kosin at vera besti leikarin

2 tímar síðan
Tíðindi

Kallas fegnast um vápnahvíld men ivast í Russlandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Bilur rendi á viðfestisvogn á Argjum

3 tímar síðan
Hondbóltur

Bergsøy mátti lúta fyri Berg­en í steypa­kapp­ingini

4 tímar síðan
Tíðindi

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

10 tímar síðan
Tíðindi

VIDEO: Andrias fekk reyða kortið

11 tímar síðan
Hondbóltur

Nykøbing Falster tapti í heimadysti í Champions League

12 tímar síðan
Tíðindi

Teir veturgomlu vigaðu millum 110 og 114 pund

12 tímar síðan
Hondbóltur

Skanderborg-Aarhus tapti annan dystin á rað

12 tímar síðan