Amerikanski forsetin, Donald Trump, boðaði í gjár frá, at Russland og Ukraina eru samd um eina vápnahvíld, sum skal galda beinanvegin og fevna um orkuøkið.
Hann greiddi tó ikki nærri frá, hvat avtalan ítøkiliga fevnir um.
– Tað er gott, at vápnahvíldin er komin í lag. So mugu vit síggja, um russar halda hana, sigur Kaja Kallas.
Hon hevði tó ynskt, at vápnahvíldin fevndi víðari.
– Eg hevði persónliga fegin sæð, at hetta ikki bara var ein vápnahvíld fyri orkuøkið, men at hon eisini fevndi um mannalív, sigur hon.
Fráboðanin kom óvart á Zelenskyj
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, segði við miðilin Axios, at fráboðanin hjá Trump var nýggj fyri hann.
– Men um russar taka undir við einari vápnahvíld fyri orkuøkið, tekur Ukraina eisini undir við henni, segði hann.
Í gjárkvøldið skrivaði Zelenskyj tó á X, at Russland hevði lopið á orkuverk í Kharkiv-økinum, eftir at Trump hevði boðað frá vápnahvíldini.
Marta Kos, ES-kommisserur við ábyrgd av víðkan, sigur, at tað í løtuni er ógreitt, nær vápnahvíldin kemur í gildi. Hon vónar, at tað verður skjótt.
– Tað, sum fer fram í Ukraina, er ikki kríggj. Tað er yvirgangur móti ukrainska sivilfólkinum, sigur hon um framhaldandi russisku bumbingarnar.
Vil hava elverk við í avtaluna
Kaja Kallas metir, at vápnahvíldin kann vera eitt stig rætta vegin, um hon verður hildin.
Hon leggur dent á, at orkuveitingin hevur stóran týdning, nú ein kaldur vetur stendur fyri framman. Tí eigur avtalan eftir hennara tykki at fevna um aðrar partar av orkukervinum enn bara oljureinsiverk.
Tað kann eitt nú vera elverk, sum veita streym til ukrainsk húsarhald og fyritøkur.
Fráboðanin hjá Trump kom eftir, at hann fríggjadagin hevði lagt fram eina avtalu um russiskar dieselveitingar til USA.
Leygardagin funnust Trump og Zelenskyj hvassliga at hvørjum øðrum. Trump segði, at Zelenskyj hevði skúgvað boð hansara um ikki at leypa á russisk oljureinsiverk til viks. Sambært Trump kunnu álopini gera altjóða brennievnistrotið verri.
Zelenskyj kallaði diesel avtaluna við Russland eina veika avgerð. Trump segði síðani, at Ukraina hevur tørv á einum nýggjum forseta.
/Ritzau/