Inga Maria Roysdóttir syrgdi fyri 10 málstigum, seks málum og fýra uppleggum til mál, tá lið hennara, Stjarnan ígjár í dysti á heimavølli í Hekluhøllini tapti tepurt 20-21 fyri HK.
Fyri góða avrikið var Inga Maria vald at vera besti leikarin í dystinum.
Stjarnan hevur tvey stig fyri fyrstu fimm dystirnar, og eru tær næstaftast í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Komandi leygarkvøld klokkan 18 spælir Stjarnan dyst á útivølli á Akureyri móti KA/Þór.