info
Ongi úrslit
© European Union, Copernicus Climate Change Service data.
Kortið vísir, hvussu hitin í Evropa í september 2026 veik frá miðalhitanum. Serliga í vestara og syðra partinum av Evropa var óvanliga heitt.

Triðheitasti september í Evropa

September í ár var triðheitasti septembermánaður, sum er skrásettur í Evropa. Í pørtum av Suðurevropa var hitin millum fýra og seks stig oman fyri miðal.

Eirikur Lindenskov
12. oktober 2026 kl. 09:53

Tað vísa nýggjastu tølini frá veðurlagstænastuni hjá Copernicus, C3S.

Miðalhitin í Evropa var 16,26 stig í september. Tað er 1,54 stig oman fyri miðalhitan fyri september í tíðarskeiðinum 1991–2020.

Í Vesturevropa var september í ár á einum deildum fyrsta plássi sum heitasti septembermánaður, ið er skrásettur.

Størstu frávikini vóru í Suðurfraklandi, Portugal, Spania og pørtum av Italia. Har var hitin millum fýra og seks stig oman fyri miðal.

Eisini í pørtum av Norður- og Eysturevropa var lýggjari enn vanligt, men frávikini vóru minni enn í vestara og syðra partinum av Evropa.

Næstheitasti í heiminum

Á heimsstigi var september í ár næstheitasti septembermánaður, sum er skrásettur.

Sambært Copernicus var miðalhitin við jarðaryvirflatuna meira enn 1,5 stig oman fyri hitastigið undan ídnaðarkollveltingini.

Óvanliga høgi hitin í pørtum av Evropa helt sostatt fram í september eftir sera heitar mánaðir í juli og august.

Kelda: Copernicus / EU Space

Mest lisið hesa vikuna

Simme Musikkhús heldur fram

Í gjár kl. 11:24

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

10 tímar síðan

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

12 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak

9 minuttir síðan
Tíðindi

Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík

11 minuttir síðan
Hondbóltur

Inga Maria var kosin at vera besti leikarin

1 tími síðan
Tíðindi

Kallas fegnast um vápnahvíld men ivast í Russlandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Bilur rendi á viðfestisvogn á Argjum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Bergsøy mátti lúta fyri Berg­en í steypa­kapp­ingini

4 tímar síðan
Tíðindi

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

10 tímar síðan
Tíðindi

VIDEO: Andrias fekk reyða kortið

10 tímar síðan
Hondbóltur

Nykøbing Falster tapti í heimadysti í Champions League

11 tímar síðan
Tíðindi

Teir veturgomlu vigaðu millum 110 og 114 pund

11 tímar síðan
Hondbóltur

Skanderborg-Aarhus tapti annan dystin á rað

11 tímar síðan
Tíðindi

Grøn orka loysir seg

12 tímar síðan