Veðrið: Novembur í ár setti nýtt met

Hetta havi vit ikki sæð síðani 1875, ella í samfull 147 ár

Nú vit hava lagt novembur aftur um, hava nógv fólk lagt til merkis, at tað hevur verið óvanliga lýtt.  Og tað er ikki av ongum, tí tey turru tølini frá Veðurstovu Føroya, vísa nevniliga, at novembur mánaði í ár er tann heitasti novembur mánaði síðani 1875, ella í samfull 147 ár.

 

Tað er Hanus Kjølbro á Veðurstovuni, sum hevur gjørt støðuna upp. Hann sigur, at taka vit movembur mánað øll árini frá 2010-2022, hevur miðalhitin ligið ímillum 4,1 stig, sum hann var í 2017, og 8,2 stig, sum hann var í 2014. Í november í fjør var miðalhitin 5,8 stig.

 

##med2##

 

Í myndini oman fyri vísir tann bláa strikan mesta hitan í novembur frá 2010 til 2022. Tann reyða strikan vísa miðalhitan í novembur seinastu 30 árini. Í novembur í ár var miðalhitin fyri novembur 8,4 stig, og tað er heitari enn miðal hitin hevur verið nakað ár frá 2010 - 2021. 

 

Hanus Kjølbro sigur, at danska veðurstovan hevur gjørt ymiskar mátingar í Havn síðan 1875. Hyggja vit eftir tølunum fyri miðalhitan í novembur øll 147 árini, aftur til 1875, var tann kaldasti novembur mánaði í 1917, og tá vórðu máld 1,3 stig, og tann heitasti novembur mánaðurin var í ár, tá ið hitin var 8,4, stig í miðal, 

 

Eitt annað, sum sæst á tølunum fyri miðalhitan í november síðan 1875, er at bara fimm ferðir hevur miðalhitin verið átta stig, ella meir - og øll hesi fimm árini hava verið eftir 2010, sigur veðurfrøðingurin. 

 

Støðan í heyst hevur verið tann, at eitt lágtrýst hevur ligið sunnan fyri Ísland ein stóran part av oktobur og novembur í ár. Tað hava verið nógv brúgvaløg við nógvum avfalli at síggja og her hevur hann ligið av eystri og landsynningi og regni í rúma tíð.