VIDEO: Klæmint var við til at tryggja Breiðablik enn ein sigur

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Fylkir-Breiðablik 1-2 (1-1)

Klæmint A. Olsen fekk møguleikan frá byrjan, tá Breiðablik vann 2-1 á Fylkir á útivølli í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Klæmint legði Breiðablik á odda tá 27 minuttir vóru farnir av dystinum. Sigursmálið hjá Breiðablik var eitt sjálvmál, ið var skorað seint í dystinum.

 

Talan er um annað málið hjá Klæminti hetta kappingarárið.

 

Breiðablik er nummar trý í deildini við 12 stigum fyri seks dystir.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum:

 

##med2##