VIDEO: Meinhard og Mjøndalen eru fremst

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Skeid-Mjøndalen 1-2 (1-1)

Meinhard E. Olsen spældi allan dystin tá hann og liðfelagarnir í Mjøndalen vunnu 2-1 á Skeid á útivølli í dysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Mjøndalen er nú einsamalt oddalið við 16 stigum av 18 møguligum stigum í seks teimum fyrstu dystunum. Liðið hjá Gullbrandi Øregaard, Sandnes ULF er næstfremst við 12 stigum fyri fýra dystir. Liðið hjá Rógva Baldvinsson, Bryne liggur aftast við ongum stigi. 

 

Í morgin klokkan 17 spælir Sandnes ULF á heimavølli móti Frederiksstad. Bryne spælir á útivølli móti Raufoss. 

 

Dysturin í Oslo fekk eina lívliga byrjan. Tá tríggir minuttir vóru farnir legði Benjamin Stokke Mjøndalen á odda 1-0 við einum brotssparki. Bert tríggjar minuttir seinni javnaði heimaliðið til 1-1. 

 

Tá tveir minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki stútaði Benjamin Stokke bóltin í netið til 2-1 til Mjøndalen sum gjørdist endaliga úrslitið.

 

Komandi sunnudag spælir Mjøndalen á heimavølli móti Oslo KFUM. 

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Skeid-Mjøndalen 1-2 (1-1) : 

 

##med2##