info
Ongi úrslit

Vrakið funnið: Varaforsetin í Malavi er deyður

Vrakið av flogfarinum er funnið, og tað er greitt, at øll, sum við vóru, hava latið lív í vanlukkuni.

Vilmund Jacobsen
11. juni 2024 kl. 13:01

Vrakið av flogfarinum, sum varaforsetin í Malavi var umborð í, er funnið, og Saulos Chilima er staðfestur deyður í vanlukkuni. 

Níggju onnur vóru við í flogfarinum, og tey eru eisini øll deyð. Tað upplýsa hernaðarmyndugleikarnir og landsins forseti.

Sagt verður, at flogfarið varð funnið í einum skógarøki, og at toka og trupult lendi gjørdu leitingina eftir flogfarinum avbjóðandi.

Tað var í gjár, at stjórnin í Malavi boðaði frá, at einki samband fekst við flogfarið við varaforseta landsins og níggju øðrum umborð.

Nú er so vrakið av flogfarinum funnið, og greitt er, at øll, sum vóru í flogfarinum, hava latið lív, vita útlendskir miðlar at siga í dag.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

Í gjár kl. 20:20

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Reyðgrøni vongurin vann tepurt í Svøríki

7 minuttir síðan
Tíðindi

Talgilt gravaryvirlit í Líðini

22 minuttir síðan
Lesarabrøv

Hvør vil vera milliardingur ? Vestmannatunnilin og tann veruligi prísurin

45 minuttir síðan
Tíðindi

Myndir: Búskaparráðið leggur fram í Smæruni

1 tími síðan
Tíðindi

Róðrarneyst verður brúkt til nógv ymisk endamál

1 tími síðan
Tíðindi

ÁVARING: Kósin má rættast tí pengar fara at mangla

2 tímar síðan
Tíðindi

Kunnu geva okkum íblástur og ítøkiliga hjálp

2 tímar síðan
Tíðindi

Varðin og Sellin høvdu vitjan úr eystursjóvarlondum

2 tímar síðan
Tíðindi

Skattaprosentið verður óbroytt í Havn

3 tímar síðan
Tíðindi

Føroyar kanna nýggj­ar møgu­leik­ar á brasilska markn­að­inum

4 tímar síðan
Tíðindi

Nú verður spakin settur í til nýggja kirkju á Argjum

4 tímar síðan
Bilar

Innflutningurin av akførum vaksin 175 milliónir

4 tímar síðan