info
Ongi úrslit

Føroyar kanna nýggj­ar møgu­leik­ar á brasilska markn­að­inum

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum hevur seinastu dagarnar á ferðini í Brasil havt fundir við stjórnarumboð, umboð fyri Mercosur-londini og vinnuumboð. Eitt av høvuðsmálunum við ferðini hevur verið at umrøða møguleikan fyri at gera ein fríhandilssáttmála við Brasil og Mercosur.

Eirikur Lindenskov
17. september 2026 kl. 09:32

Á fundi í uttanríkisráðnum við Roberto Abdalla, vararáðharra, varð umrøtt, hvussu eitt meira skipað handilssamstarv kann koma í lag, og hvussu Føroyar og Brasil kunnu fáa størri gagn av hvørjum øðrum. Á fundi við Edipo Araujo, fiskimálaráðharra, varð dentur lagdur á møguleikarnar fyri at styrkja samstarvið innan fiskivinnuøkið. Á fundi í landbúnaðarmálaráðnum við Cleber Soares, vararáðharra, varð góða samstarvið um heilsufrøðiliga sáttmálan umrøtt, sum er týdningarmikið grundarlag undir samhandli millum Føroyar og Brasil.

Ein annar umráðandi liður í tilgongdini er samstarvið við hini londini í Mercosur, Argentina, Uruguai og Paraguai. Tí hevur landsstýrismaðurin eisini hitt umboð fyri hesi. Á fundinum vórðu teirra sjónarmið løgd fram og víst varð á, hvussu Føroyar kunnu arbeiða víðari við málinum í Mercosur-skipanini.

Vinnumøguleikar vórðu eisini umrøddir á fundi við Floriano Pesaro, stjóra í ApexBrasil, ið samskipar inn- og útflutning hjá Brasil. Her varð tosað um brasilskar vinnugreinar og útflytarar, sum kunnu hava áhuga í føroyska marknaðinum, umframt hvussu føroyskar fyritøkur kunnu fáa betri atgongd til brasilska marknaðin, og hvussu handilin kann økjast báðar vegir.

Samanumtikið hevur ferðin í Brasil verið sera jalig, og tikið varð væl ímóti ynskinum úr Føroyum um at styrkja handilssamstarvið millum partarnar, við tí fyri eyga at gera ein fríhandilssáttmála.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

Í gjár kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

Í gjár kl. 20:20

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Skattaprosentið verður óbroytt í Havn

32 minuttir síðan
Tíðindi

Nú verður spakin settur í til nýggja kirkju á Argjum

1 tími síðan
Bilar

Innflutningurin av akførum vaksin 175 milliónir

1 tími síðan
Tíðindi

Vil hava barnakonur til skanning fyrr

1 tími síðan
Tíðindi

Vil hava Vest­manna­tunn­ilin klár­an at bjóða út í 2027

2 tímar síðan
Hondbóltur

Allan Norðberg vann á Trúgva Hávardssyni

2 tímar síðan
Tíðindi

Tveir bilførarar fingu klipp fyri at tosa í telefon

2 tímar síðan
Tíðindi

USA samtykkir víðfevnd revsitiltøk móti Russlandi

3 tímar síðan
Fótbóltur

Minna steypa­kapp­ing­in: B36 vann á Skála ÍF í finaluni

4 tímar síðan
Tíðindi

Ein milliard? Nei, 600–650 milliónir

4 tímar síðan
Tíðindi

Trump hóttir við at steðga handlinum við Evropa

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Gonguprát við Inga Jonhardsson um steypafinaluna

10 tímar síðan