info
Ongi úrslit
- Gestirnir fingu innlit í, hvussu føroyska náttúran verður brúkt sum ein virkin og týdningarmikil partur av okkara námsfrøðiliga arbeiði við børnunum

Varðin og Sellin høvdu vitjan úr eystursjóvarlondum

- Gestirnir tóku lut í einum vanligum arbeiðsdegi og fingu eina ítøkiliga fatan av, hvussu vit í gerandisdegnum brúka náttúruna sum námsfrøðiligt læringsrúm

Vilmund Jacobsen
17. september 2026 kl. 10:38

Í viku 37 høvdu Dagstovnurin Varðin og Barnahúsið Sellin í Runavíkar kommunu vitjan av samstarvsfeløgum úr Estlandi, Lettlandi og Litava.

- Dagstovnurin Varðin og Barnahúsið Sellin á Skála eru partur av einum altjóða samstarvi gjøgnum Nordplus Junior Mobility, har starvsfólk úr ymiskum londum fáa høvi at vitja dagstovnar, fáa íblástur, royndir og menna námsfrøðiliga arbeiðið saman.

Í Runavíkar kommunu vísa tey á, at verkætlanin hevur heitið Life Near Water: People, Animals and Plants og tekur støði í lívinum nær vatni, har bæði menniskju, djór og plantur eru í miðdeplinum.

- Í sambandi við vitjanina fingu gestirnir innlit í, hvussu føroyska náttúran verður brúkt sum ein virkin og týdningarmikil partur av okkara námsfrøðiliga arbeiði við børnunum.

Víst verður á, at gestirnir tóku lut í einum vanligum arbeiðsdegi í Sellanum og Varðanum og fingu harvið eina ítøkiliga fatan av, hvussu vit í gerandisdegnum brúka náttúruna sum námsfrøðiligt læringsrúm.

- Samstundis fingu tey innlit í tey ríkidømi og teir møguleikar, sum náttúran kring okkum bjóðar, og hvussu serliga vælsignað vit eru at hava hesi umhvørvini so nær knýtt at dagliga arbeiðinum.

Í Runavíkar kommunu vísa tey á, at nú í oktober fara trý starvsfólk frá Sellanum og Varðanum til Estlands saman við luttakarum úr hinum samstarvslondunum.

- Endamálið við ferðini er at fáa innlit í estlendska námsfrøðiliga arbeiðið og í, hvussu náttúran verður nýtt sum partur av teirra dagliga virksemi.

Lagt verður aftrat, at í februar heldur samstarvið fram í Lettlandi, og í apríl gongur leiðin til Litava.

- Samstarvsverkætlanin verður eftir ætlan liðug í mai 2027, siga tey í Runavíkar kommunu.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

Í gjár kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

Í gjár kl. 20:20

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Stroyming: Búskaparráðið leggur fram

19 minuttir síðan
Tíðindi

ÁVARING: Kósin má rættast tí pengar fara at mangla

23 minuttir síðan
Tíðindi

Kunnu geva okkum íblástur og ítøkiliga hjálp

27 minuttir síðan
Tíðindi

Skattaprosentið verður óbroytt í Havn

1 tími síðan
Tíðindi

Føroyar kanna nýggj­ar møgu­leik­ar á brasilska markn­að­inum

1 tími síðan
Tíðindi

Nú verður spakin settur í til nýggja kirkju á Argjum

2 tímar síðan
Bilar

Innflutningurin av akførum vaksin 175 milliónir

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava barnakonur til skanning fyrr

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava Vest­manna­tunn­ilin klár­an at bjóða út í 2027

3 tímar síðan
Hondbóltur

Allan Norðberg vann á Trúgva Hávardssyni

3 tímar síðan
Tíðindi

Tveir bilførarar fingu klipp fyri at tosa í telefon

3 tímar síðan
Tíðindi

USA samtykkir víðfevnd revsitiltøk móti Russlandi

4 tímar síðan